Nú koma loysingar-rokningarnar

Tann fyrsta rokning-in (á 400 mió. krónur) kemur á nýggjárinum. - Palleba skal gjalda.

 

Edmund Joensen


Útreiðslur fyri 400 mió. krónur, sum higartil hava verið goldnar av donsku fíggjarlógini, verða frá 1. januar komandi ár fluttar yvir á útreiðslusíðuna á føroysku fíggjarlógini. Henda útreiðsla skal leggjast omaná núverandi skatta- og avgjaldsrokning hjá føroyingum hvørt einasta ár framyvir.

Við Fólkaflokkinum á odda, leggur samgongan nú henda økta skatt á føroyingar, og hetta endar í seinna enda sum byrða hjá vinnulívinum. Føroyska samfelagið missir fyri allar tíðir 400 mió. krónur í fruminntøkum um árið. Hetta eru inntøkur, sum sambært Hvítubók viga tvær til tríggjar ferðir upphæddina í føroyska búskapinum.

Hetta er tað, sum liggur í uppskotinum um yvirtøkur av skúla- og forsorgarmálum. Áðrenn tað hevur samgongan sagt ja til yvirtøku av skipasýninum, flogvøllinum og útreiðslum í hesum sambandi.

400 mió. krónur um árið eru ikki smápengar at leggja á skattaborgaran. Bara fyri stuttari tíð síðani var henda upphædd helvtin av øllum landsskattinum hjá øllum føroyingum tilsamans.

Hitar ikki búskapin

Vit í Sambandsflokkinum settu fram uppskot um at seta 400 mió. krónur í grunn í ár, og aftur 400 mió. næsta ár, fyri at hækka pensjónina longu frá 1. januar komandi. Á henda hátt skuldi partur av pensjónini gerast sjálvfíggjandi. Tiltakið hevði tálma upphitingini í búskapinum og hevði virkað beinanvegin.

Sambandsflokkurin hevur verið heitur talsmaður fyri, at styrkja føroyska samfelagið, nú løgir eru.

Tað hitar ikki búskapin at gjalda niður stóru landsskuldina, sum er umleið 5 milliardir krónur. Tað hitar ongan búskap, um vit byggja nýtt Suðuroyarskip uttanlanda. Møgulig gagnlig búskapartiltøk, sum tálma upphitaða føroyska búskapin, tey tróta ikki. Men landsstýrið raðfestir loysing og fullveldi ovast, kosta hvat tað kosta vil.

Nú koma rokningarnar

Nú byrja tær stóru rokningarnar frá loysingarlandsstýrinum at koma, og hetta er bert byrjanin, sambært ætlan landsstýrisins.

Í prestigeprojektinum hjá Anfinni og Høgna, verður als ikki hugsað um trygd og vælferð hjá føroyingum.

Eg vóni, at hetta stendur sólarklárt fyri hvørjum einasta føroyingi. Eg vóni eisini, at føroyingar á komandi vali, effektivt fara at steðga hesum politiska ørðskapi.