Nú kunnu ferðafólk sjálv kekka inn

Í sambandi við, at Atlantic Airways herfyri skifti innskrivingarskipan, hava ferðandi fingið fleiri nýggjar møguleikar at skriva seg skjótt inn undan fráferð. Sjálvavgreiðslur bæði á flogvøllinum og á netinum stytta nú munandi um bíðitíðina

Á flogvøllinum eru settar upp fýra sjálvavgreiðslukioskir, har ferðafólk kunnu skriva seg inn skjótt og lætt. Tey, ið nýta avgreiðslurnar, kunnu eisini avgreiða viðførið ómakaleyst við ein innskrivingarpult.

"Nýgga átakið er liður í satsingini hjá Atlantic Airways at bjóða ferðafólkum eina tíðarhóskandi tænastu, sum lættir um avgreiðsluna og styttir munandi um bíðitíðina," sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Ferðandi kunnu nú eisini skriva seg inn undan fráferð á internetinum. Á heimasíðuni hjá Atlantic Airways er eitt leinki til innskrivingarskipanina. Tænastan letur upp 23 tímar undan fráferð og er serliga hent hjá teimum, ið ferðast við ongum viðføri.

Brúkar tú skipanina á netinum, útskrivar tú boardingpassið heima og kanst fara beinleiðis til trygdareftirlitið á flogvøllinum. Hevur tú viðføri og skrivar teg inn á netinum, styttist avgreiðslutíðin eisini, tí sjálv innskrivingin er tá avgreidd, og bara viðførið skal latast inn á flogvøllinum.

Atlantic Airways hevur higartil brúkt eina innskrivingarskipan hjá SAS, men hevur skift til sonevndu Amadeus-skipanina, so felagið nú brúkar hesa skipanina í allari gongdini frá tí, at ferðafólk keypa ferðaseðilin, til tey skriva seg inn, sigur Atlantic Airways.