Eitt nýtt máltelduforrit frá Eurotalk lærir fólk at syrja hvat klokkan er, hvar handilin er og annað á grønlendskum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq Bretska fyritøkan Eurotalk hevur givið út telduforritið. Fyritøkan hevur fleiri enn 120 mál í dátugrunninum og hevur fingið stuðul frá Branding Greenland.
Tveir ungir grønlendingar hava lisið yvir 300 orð á grønlendskum inn á forritið. Tað ber sostatt til bæði at læra orð og úttalu.
Skipanin er so snild, at fólk, sum tosa ymisk mál, kunnu brúka hana.