Nøkur minningarorð um Jóhannes Olsen

   

Ja, so fór ein góður vinur, Jóhannes, frá okkum. Eg kom at kenna Jóhannes fyri mongum árum síðan, tað var tá ið eg kom í nevndina hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Gunnar Petersen av Tvøroyri var formaður tá, og Jóhannes var skrivari.
Tað sum eg legði til merkis alt fyri eitt, var at báðir arbeiddu stillisliga og sera væl saman.
Tá ið Gunnar doyði, gjørdist Jóhannes formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Jóhannes var ein stillur maður, hann var góður í ráðum og ein gløggur maður.
Ein legði til merkis at tá ið samráðingar vóru, og Jóhannes tók orðið, tá bleiv væl lurtað eftir honum, tí hann dugdi væl at bera síni sjónramið fram og vóru tey altíð dokumenteraði.
Tað kom nær um altíð eitt gott úrslit burtur úr samráðinginum.
Jóhannes var ógvuliga harmur um tá Havnin og Klaksvík fóru burtur úr felagnum. Eg veit, at tað hevði glett hann um øll feløgini fóru at arbeiða saman aftur nú.
Jóhannes var ikki einans hegnigur maður at føra samráðingar til góð úrslit. Hann dugdi eisini væl at yrkja, skriva og at mála.
Tey sum komu at kenna Jóhannes, komu øll at halda av honum. Hann var ein góður vinur, og var altíð við tí góða orðinum.
Jóhannes hevði sína fastu trúgv á sín Frelsara Jesus Kristus. Hann kundi tí syngja:

Jerúsalem, Guds halga stað!
Tann dýrd, ið bíðar teim
ið syngja skulu hjartans glað
tann dag tey koma heim!
Á gøtuni ? sum skyggið glar,
eg síggi, Jesus, teg,
ei sorg og neyð meg níva har,
nei, dýrdin fyllir meg.

Góða Estrid, børn-, abba- og langabbabørn, eg veit at saknurin er stórur, nú Jóhannes er farin. Men tit koma saman aftur á tí stóra uppreistnaðardegnum, og tað verður ein stór gleði tá.

Har verður frøi, ja, har verður frøi,
tí at tey frelstu øll náddu í havn!
Har verður frøi, ja, har verður
frøi!
Skarin skal lovprísa frelsarans
navn!

Æra verður minnið um mín góða vin, Jóhannes
???????????????

Símun P. Poulsen