Nú liva kvinnurnar í Hongkong longst

Fyri fyrstu ferð í 25 ár er tað ikki kvinnurnar í Japan, sum kunnu vænta at liva longst, og sambært heilsumyndugleikunum í Tokyo kemst tað av teirri ovurstóru flóðalduni í fjør og teimum ógvusligu avleiðingunum av henni.

Japonsku myndugleikarnir siga, at gentur, sum vórðu bornar í heim í fjør, fara at liva 85,9 ár í meðal. Gentur, sum vórðu føddur í 2010, kunnu harafturímóti rokna við at fáa 86,3 ár á lívi.

Tey nýggju tølini merkja, at nú eru tað kvinnurnar í Hongkong, sum kunnu vænta at liva longst. Mett verður, at tær fáa í meðal 86,7 ár á lívi.

Á triðja plássi eru kvinnurnar í Spania, hvørs meðal livialdur er 84,9 ár. Tær fronsku koma í hølunum á teimum.