Ovastevna
At ovastevna er komin fyri at vera, er eingin ivi vera um. Hóast stevnan liggur seint á summarinum, savnar hon á hvørjum ári ein hóp av fólki.
Undanfarin ár hava strandfaraskipini siglt um Nólsoyarfjørð við útvið 3000 fólkum eitt slíkt vikuskifti. Aftrat hesum kemur vanliga ein rúgva av fólki út um fjørðin í bátum, bæði regattabátum og øðrum bátum, sum stevna út um fjørðin úr ymiskum heraðshornum.
Ove Joensen
Hóast stevnan longu hevur fleiri ár á baki, kenna øll tilkomin upprunan til hesa stevnu. Navnið hevur hon eftir Ova Joensen, sála, sum í 1986 framdi ta bragd at rógva úr Nólsoy heilt niður til Keypmannahavnar. Hetta tók honum meira enn 40 dagar og nætur, og mangan mundi leikað hart á hjá honum á troystarleysu ferðini.
Móttøkan var stórfingin, tá ið Ove Joensen útlúgvaður umsíðir legði at við Lítlu Havfrúnna á Longu Linju í Keypmannahavn. Við føroyska flagginum í húnarhátt, tók hann um hálsin á havfrúnni og kysti hana, meðan stór mannfjøld fagnaði honum.
Ove royndi tríggjar ferðir at fremja hesa ætlan sína í verki og treiskur, sum hann var, eydnaðist honum triðju ferð at vinna upp land. Tær báðar fyrru ferðirnar endaði ferðin í Hetlandi.
Doyði í logn
Í bók síni, Aftur og Fram, skrivaði Finnbogi Ísakson, sáli, í yvirskrift síni um Ova: "Livdi í ódn, doyði í logn".
Meira einfalt og beinrakið kann lívið hjá Ova, sum árið eftir bragdið druknaði í báti sínum á Skálafjørðinum eitt góðveðurskvøld, neyvan lýsast.
Sum ungur, sigldi Ove við donskum skúlaskipi, og lítið man vera at ivast í, at tað var í hesi sigling, at hann lærdi góðan sjómansskap, sum eisini var fyritreytin fyri tí bragdi, hann seinni útinti í Dianu Victoriu millum lond.
Ove var ein blíður og vinarligur maður, og hann var hin sami við øll lágan sum høgan.
Tað er stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy, sum er samskipari av ovastevnu, og endamálið hjá nevndini er at byggja ein svimjihyl í Nólsoy, sum eisini var ynski hjá Ova Joensen.
Enn er arbeiði at byggja svimjihyl eystanfyri skúlan komið stutt áleiðis, men málið er framvegis at fremja hesa ætlan í verki.
Fjølbroytt skrá
Skráin fyri ovastevnuna, sum verður um vikuskifti, er rættiliga fjølbroytt og áhugaverd.
Tað verður Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta stevnuna leygardagin klokkan 14. Við setanina fer Nólsoyar Sangkór at syngja, og vinningar fyri køku-kapping verða handaðir.
Fríggjakvøldið spæla Vágaverk til dans í stóra tjaldinum úti á Klivum, og leygarkvøldið fara Hjarnar og Dansiorkestrið at spæla, ávikavist í tjaldinum og í Royndarhúsinum.
Hetta kvøldið verður eisini dansinátt í Avhaldshúsinum, har Slái Ring luttekur.
Á skránni fyri ovastevnu í ár er mangt og hvat, og millum mongu tiltøkini bæði fyri ung og tilkomin, er eisini vælumtókta og afturvendandi kabarettin, sum verður sýnd í Royndarhúsinum fleiri ferðir um stevnuna og seinastu ferð mánakvøldið klokkan 20.
Skráin fyri ovastevnuna er annars í blaðnum í dag.