Nólsoyingar nýttu gulu uppskriftina

Fyri fyrstu ferð í trý ár var neyðugt við gamla siðinum, sum er, at nólsoyingar rógva um fjørðin til móttøku í Nólsoy, tá ið teir hava vunnið

Teir hava verið framvið fleiri ferðir, men tað hevur ikki eydnast. Og tá ið havt verður í huga, hvussu sannførandi Eysturoyingurin hevur verið bæði í Kollafirði og á Skálafjørðinum, so vóru vánirnar kanska ikki tær bestu hjá nólsoyingum, tá ið teir leygardagin settu á Trongisvágsfjørð. Men tað, sum ikki hevur eydnast hjá teimum síðani í 2000, bar hesa ferð til. Nólsoyingurin var fyrstur á mál.
Kom hetta óvart á tykkum?
? Tað kunnu vit ikki siga. Gongdin í tveimum teimum undanfarnu róðrunum segði okkum, at tað kundi bera til at vinna á Eysturoyinginum, sum hevur róð sera væl. Trupulleikin hevur verið, at teir hava fingið nógv besta startin, og at teir síðani so at siga hava stýrt allari kappingini. Tað høvdu vit sett okkum fyri at gera nakað við, og tað eydnaðist, sigur Nicolaj Falck. Hann er bátsformaður umborð á Nólsoyinginum.
Hvat gjørdu tit øðrvísi hesa ferð, enn tit hava gjørt undanfarnu ferðirnar?
? Í venjingunum undan Jóansøkuni gjørdu vit nógv við at venja startin. Vit kunnu siga, at vit løgdu okkum eftir somu uppskriftini, sum teir umborð á Eysturoyingi hava dugað so væl at gjørt nýtslu av undanfarnu ferðirnar. Hesa ferð fingu vit ágóðan av henni.
Hvat sigur henda uppskriftin?
? Tað er einki loyndarmál. Tað ræður um at fáa besta startin. Um tað eydnast, so er tað lættari at stýra kappingini. Starturin hjá okkum hesa ferð var hampuliga góður. Vit kappaðust eina løtu við allar hinar bátarnar. Men Vestmenningur og Havnarbáturin duttu skjótt eitt sindur afturum. So var at halda eyguni við Eysturoyinginum, og tað eydnaðist at halda honum aftanfyri okkum.
Nær vóru tit fullvísir í, at hetta fór at eydnast?
? Ikki fyrrenn teir høvdu skotið fyri okkum. Tá vistu vit, at vit vóru komnir á mál eina bátslongd frammanfyri Eysturoyingin. Men vit kendu á okkum mest sum allan teinin, at tað vóru vit, sum hesa ferð stýrdu kappingini, og tað bar eyka styrkina við sær, sum er so sera týdningarmikil, og sum vit í undanfarnu kappingunum hava kent á okkum hevur verið umborð á Eysturoyinginum.
Tá ið tað nærkaðist málinum fór Eysturoyingurin fyrst undir endaspurtin. Tað tóktist sum um, at munurin millum bátarnar minkaði so mikið, at tað ikki var heilt leyst. Men so svaraðu teir umborð á Nólsoyinginum aftur, og tá tóktist tað sum um, at teir umboð á Eysturoyinginum slerdu seg til tols við, at hetta var ikki teirra dagur.
Sammett við Nólsoyingin og Havnarbátin vóru tíðirnar hjá Eysturoyinginum væl verri hesa ferð, enn tær hava verið undanfarnu ferðirnar. Tað var kanska serliga fyrstu løtuna, tá ið teir vóru eitt vet plágaðir av havalduni, sum ongantíð finnur leiðina inn á Skálafjørðin, at Eysturoyingurin misti, og so tóktist tað líka mikið, hvussu nógv teir slitu í tí.

Fagnaður og FM
Tað er kappróðrarskikkur hjá nólsoyingum, at tá ið teir hava vunnið, so skal báturin rógvast úr Havnini og út til Nólsoyar, har bygdin fagnar hetjunum og skipar fyri máltíð og mótttøku. Soleiðis var eisini leygarkvøldið.
Fyri flestu róðrarmenninar var talan ikki um heilt nýggja støðu, men nú er nakað síðani, at Nólsoyingurin vann. Tað gjørdi hann tvær ferðir í 2000 ? á Skálafjørðinum og á Jóansøkuni, sum ta ferðina var í Vági.
Nólsoyingurin er í ár mannaður við nógvum av teimum, sum vóru við til at manna bátin fyri trimum árum síðani. Onkrir hava verið við hesi bæði undanfarnu árini, og onkrir hava verið umborð á øðrum bátum.
? Vit eru sjey nólsoyingar, sum vóru við í 2000, og sum aftur eru við nú. Vit kundu havt mannað bátin í Nólsoy, men tríggir, sum vóru við fyri trimum árum síðani, hildu seg ikki til í ár, so vit hava fingið eitt sindur av hjálp aðra staðni frá, sigur bátsformaðurin á Nólsoyingi.
Manningin arbeiðir í Havnini, so har stendur báturin, og teir venja á Havnarvág.
Rokna tit við møguleikanum at vinna FM?
? Munurin fram til Eysturoyingin er bara trý stig, so tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meistarar ella ikki. Men í tveimum teimum síðstu kappingunum ? í Sandavági og á Ólavsøku ? kann alt koma fyri, sigur Nikolaj Falck, sum minnist aftur á 2000, tá ið tað var stórt vónbrot fyri teir, at tað ikki eydnaðist at vinna FM. Tað høvdu teir møguleika at tryggja sær á Ólavsøku, men tá kiksaði, og Vestmenningurin gjørdist meistari.
Í áttati árunum var Nólsoyingurin sera stinnur. Teir vunnu FM seks ferðir, men Nólsoyingurin hevur ikki vunnið FM síðani í 1989. Manningin, sum nú stríðist fyri at vinna fyrsta meistaraskapin í fjúrtan ár, er henda: Hans Jacob Jacobsen ? Høgni Niclasen, Raidar Jacobsen, Nicolaj Falck, Roy Poulsen, Thomas Hjaltalin, Jakku Guttesen, Asbjørn Olsen, Brian Hansen, Thomas Joensen og Aksel Joensen. Elsti maðurin er 29 og tann yngsti er 19 ára gamalur.