Nú má byggjast

Nær væntar onkur, at tíðin er búgvin til at gera nakað við fólka­fráflytingina og hvør er onkur? Meðan vit rokna, tosa og skimast í ymsar ætt­ir eftir onkrum, ið skal lofta trupul­leikanum, heldur fólka­fráflytingin fram.
Vit í Framsókn skjóta upp, at Tórshavnar Býráð vís­ir viljastyrki og ger nakað ítøki­ligt við málið. Skulu vit gera okkum eina vón um at verða lestr­ar­býur, má tað verða nú, með­an nakar er at lesa. Bíða vit longur, eru sannlíkindi fyri, at niðurgangandi snyri­l­­in longu hevur fingið ov nóg­va ferð á – og tá er ov seint at bremsa og venda gongd­ini.
Ein týðandi partur av tí tey ungu fara uttan­lands eftir, umframt sjálv­ari út­búgv­ingini, er júst møgu­leik­in at seta sjálv­støðugt búgv. At liva og bún­ast saman við øðr­um ungum. Tað eru júst hesi ungu, sum okkum vantar í gerandisdegnum. Bulurin av teimum 20-30 ára gomlu er ikki til, og samfelagið av­skeplast á fleiri økjum av somu orsøk. Vit vanta tey í býar­myndini. Vit vanta tey sum kjakarar. Vit vanta tey sum brúkarar á øllum økjum í sam­felagnum.
Bústaðir hevur verið fram­mi við tølum um, at kost­naður­in fyri at byggja lestrar­íbúðir liggur um 15.000 kr fyri fermeturin. Tá er talan um íbúðir á einar 45 fermetrar, sum við hesi met­ing fara at kosta um 675.000 kr hvør. Samstundis sigur Bú­stað­ir, at tey lesandi ikki klára at rinda eina hægri húsa­leigu enn tað, ið svarar til 2/3 av byggikostnaðinum. Eftir er 1/3, ið restar í, fyri at hug­takið lestraríbúðir kann hanga saman.
Fyri Tórshavnar kommu­nu fer tað at merkja, at kommun­an ger íløgur í lestrar­íbúðir saman við Bú­støð­um og setir seg fyri írest­andi triðinginum. Taka vit sum dømi, at 100 lestraríbúðir verða bygdar, vil parturin hjá Tórs­havnar Kommunu svara til 22,5 mió kr.
22,5 mió kr. fyri 100 lestrar­íbúðir. Tað eigur og skal kunna bera til at finna 22,5 mió kr til nakað so týðandi sum landins fram­tíð. Og lestraríbúðir er einki minni enn tað, tí júst hetta er tann tátturin í frá­flyt­ing­ar­kabaluni, sum hevur størst týdn­ing, fyri minst pening og mesta virkni. Vit tosa um ungdómin og um børn hjá lesandi, sum vaksa upp í eini lestraríbúð uttanlands held­ur enn at læra fyrstu orð­ini og taka fyrstu fetini á ein­um matrikli í Tórshavnar kommunu. Tí skal henda av­bjóð­ingin loysast fyrst. Allar­fyrst.
Tórshavnar kommuna hev­ur fíggjarligu orkuna og eig­ur at hava áhuga í, at fólk seta búgv í kommununi, tá hin kosturin er, at tey ungu flyta av landinum, hóast tað býður teimum ímóti. Uttan lestraríbúðir kann Fróð­skap­ar­setur Føroya illa vaksa. Uttan lestraríbúðir er einki, ið tarnar ella útsetir frá­flyt­ing­ini, tíansheldur fær nakran at støðast í Før­oy­um í eini 2 ár eftir lokna mið­náms­út­búgv­ing.
Skal tað verða kommunu­s­kúlin? Skal tað verða úti við Venjingarskúlan, uppi við Kongavarða ella úti í Havn­ar­dali? Staðsetingin kann ikki forða støðutakanini. Stað­set­ingin gevur seg sjálva. Lestraríbúðir skulu nevni­liga vera har, ið vit ynskja lestr­ar­um­hvørvi at verða.
Fróðskaparsetur Føroya hevur akkurát fingið met nógvar kvotu 2 umsóknir. Longu nú bíða 159 fólk spent eftir svari, um tey sleppa fram­at eini útbúgving eftir sum­mar­frítíðina. Og talið fer at vaksa munandi, tá Setrið fær seinastu umsóknina til kvotu 1 um nakrar mánaðir. Her er altso talan um fleiri hundr­að fólk. Men hvar skulu tey búgva? Hvat gera sum­mi av hesum, hava tey ikki nýmótans íbúðarkarmar í lestrartíðini?
Nú er liðugt tosað; trupul­leik­in er eyðmerktur og øll vita, at hjálpin kemur ikki uttaní­f­rá. Her er eitt at gera og tað er at fara til arbeiðis.