Landsstýrismaðurin svaraði nakað soleiðis: “Tað eru so fá, sum kenna nakað til fiskivinnulógina, sum er sera komplex, og tí kann hetta mál ikki verða skundað ígjøgnum”.
Eg eri heilt samdur við landsstýrismannin um, at tey allarflestu, sum viðgera fiskivinnuna í fjølmiðlunum, sýnast ikki at hava innlit í hesa vinnu, og kenna tey tískil heldur ikki til, hvat tað er at reka fiskivinnu.
Upp undir seinasta val varð nógv agiterað um bleyt virðir, meðan lítið og einki varð tosað um vinnulívið á sjógvi og á landi. Tó var onkur, sum hevði sett sær sum høvuðsmál at greiða fólki frá, hvussu ómetaliga stór virðir lógu fjald í fiskiloyvum, og sum dømi um hesi virðir vórðu brúktar einar tvær skipasølur tey seinastu árini fyri at lýsa virði í “ogn Føroya fólks”. Sjálvdan hevur ein sæð eina meira villleiðandi skriving, men hvat verður ikki gjørt fyri at sleppa innum tingsins gátt!
Í hesum sambandi vil eg koma við eini stuttari hugleiðing um føroyska fiskivinnu seinastu 100 árini, og við eini viðmerking til hesi nógv umtalaðu fiskiloyvir:
Síðani føroyingar byrjaðu rættiligan havfiskiskap seint í 1800talinum og til dagin í dag eru tað bert trinni tíðarskei, har fiskivinnan hevur givið munandi avkast til eigarar/útgerðarmenn. Fyrsta tíðarskeiið var frá 1919-26, næsta frá 1940-45 og seinasta frá 1996-2006. Ímillum hesi tíðarskei hevur tað verið eitt slit og sjabb at drivið fiskivinnu. Vinnan hevur tó ígjøgnum øll hesi ár sum høvuðsvinna klárað at hildi lív í samfelagnum, hóast so at siga øll reiðaríir ígjøgnum tíðina hava verið noydd at lúta.
Eg skal ikki viðgera tey fyrru tíðarskeiini, tí tað tekur ov nógva blaðrúmd, men skal bert í stuttum viðgera tíðarskeiið frá 1996 – 2006 á Føroyagrunninum. Eftir at vit í 1996 vóru slopnir av við fiskakvoturnar, sum danskir mynduleikar høvdu trýst niður yvir vinnuna í kreppuárunum frá 1994-1996, fingu vit eina fiskidagaskipan í staðin fyri kvotur. Hendan skipan, sum vinnan og politisku myndugleikarnir samdust um, skuldi vera ein sjálvregulerandi skipan á tann hátt, at sjálvt um fiskastovnarnir øktust, so skuldi dagatalið ikki hækkast, og um fiskastovnarnir minkaðu, so skuldi dagatalið ikki lækkast, tó skuldi ansast væl eftir, at veiðiorkan á grunninum ikki øktist.
Um sama mundi sum fiskidagaskipanin bleiv sett i verk, byrjaðu fiskastovnarnir, sum høvdu verið á einum sera lágum støði, at mennast so brádliga, sum menn ikki vita um at siga. Fiskiskapurin bleiv tískil eisini sera góður, og helt hetta áfram heilt til 2005, tá stovnarnir aftur byrjaðu at minka. Hetta er jú náttúrunnar gongd - skiftandi tíðir á sjógvi og landi. Í hesum tíðarskeii, síðani fiskidagaskipanin blev sett í gildi, hava menn so roynt at laga sína vinnu eftir hesi lóg, sum av øllum stýringslógum innan fiskiveiðu man vera ein tann frægasta. Tó er hon ikki lýtaleys, sum t.d. viðv. sølu av loyvum, sum ikki verða nýtt, og tað at útlendingar kunnu keypa seg inn í flotan við upp til 1/3. Hetta var óivað tikið við í lógina, tí tað tá var trupult at finna eginpening í Føroyum. Í sama tíðarskeii, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildi, hava skipini, sum hava veitt á landgrunninum, klárað sínar skyldur og somuleiðis hevur vinnan hesi árini klárað at konsolidera seg uttan afturbering frá landinum. Tó seinasta árið er støðan broytt munandi við tað, at oljuprísirnir eru komnir á eitt so høgt støði, sum teir ongantíð hava verið í nánd av fyrr, og tyngir tað alvorliga nógv raksturin av skipunum í dag.
Seinastu tíðina og nú serliga upp undir valið hevur javnan verið at hoyrt: “Nú má skil fáast á fiskivinnuni, fiskiloyvini mugu inndragast frá eigarunum sum skjótast og seinast í 2018”. Sannast má enn einaferð, at menniskjan er løgin. Tey árini, tá vinnan ikki fekk endarnar at røkka saman og mátti fáa afturbering frá landinum, tá var “sloganin”, at fiskivinnan koyrir landið umkoll, hon skal onga afturbering hava, hon skal klára seg sjálv, og tað sum ikki kann standa, tað má falla! Tá so fiskivinnan fór at klára seg sjálv, so vísti tað seg, at tað var tað ringasta, sum henda kundi. Nú kom fjáltur á menn, nú skullu fiskiloyvini ognartakast. Eingin skal kunna fáa vinning av at selja skip, og teir, sum skullu fiska, mugu keypa sær fiskidagar í einum fiskidagabanka! (Spennandi verður at vita,hvør íð verður bankastjóri)
Menn/kvinnur, sum koma fram við slíkum hugsanum, mugu heilt hava misskilt, hvat tað er at reka fiskivinnu ella eina og hvørja aðra vinnu, sum krevur tryggar karmar. Um ættlanin framvegis er, at ognartøkan av fiskiloyvum skal koma í gildi, so má eisini gerast lóg, sum ognartekur vinnutólini - skipini . Hvør man ynskja at eiga skip, sum skal keypa sær veiðirættindi t. d. annahvørt ár og fiskirættindi hvørt hálvár og møguliga ikki fáa tað? Og hvør man ynskja at eiga skip, sum ikki kan seljast, tí eingin trygd er um veiði- og fiskirættindi? Hendan lóg er eindømi í fiski- og siglingarsøgu Føroya og ókend í Norðureuropa og Skandinavisku londunum.
Síðani føroyingar byrjaðu at fáa sær skip, hevur tað verið ein sjálvfylgja, at so leingi, sum skipið fiskaði ella varð selt innlendis, so fylgdi veiðiloyvi við skipinum. Um hetta ikki var so, tordi eingin at byggja, og eingin lánistovnur at fíggja. Søluprísur á skipun hevur altíð lagað seg eftir, hvussu fiskiskapur og fiskaprísir hava verið. Í 1993 vóru fá, sum vildu eiga ella keypa skip í Føroyum, og tey skip, sum handlað vórðu, fóru fyri sera lágan prís, og eingin tosaði tá um “ogn Føroya fólks”. Seinnu árini, tá fiskiskapurin var góður og fiskaprísirnir høgir, hava skipaprísirnir verið hækkandi, og nú tosa øll aftur um “ogn Føroya fólks”.
Skipaeigarar mugu kunna selja og keypa, tá mett verður, at tíðin er tann rætta, á sama hátt sum ein og hvør onnur vinna á sjógvi og á landi, hetta fyri at styrkja um felagið soleiðis, at nakað er at standa ímóti við í ringum tíðum. Um hetta ikki letur seg gera, so ber als ikki til at reka hesa vinnu.
At viðgera ognartøku av veiðiloyvum og fiskidagabanka út í æsir í eini blaðgrein er ikki møguligt, tí sum fiskimálaráðharrin segði, so er hetta sera kompleks. Eg trúgvi, at eg vegna allar teir, sum reka fiskivinnu í Føroyum, kann koma við hesi áheitan til fiskimálaráðharran og til allar politikkarar: Meldið greitt út, hvørjar karmar, tit vilja geva fiskivinnuni at arbeiða undir! Sum politisku útmeldingarnar er í løtuni, er ikki sannlíkt, at nakar nýggjur sáttmáli um bygging av fiskiskipi til Føroyar verður gjørdur aftrat, tí hvør hættar sær at byggja ella fíggja skip, sum ikki hava varandi veiði- og fiskiloyvi?