Nú nærkast stóru dystirnir

A-landsliðið í manshondbólti leggur nú seinastu hond á fyrireikingarnar til frammanfyristandandi EM-undankapping

Hondbóltslandsliðið

Hondbóltslandsliðið skal í januar mánaði leika ikki færri enn seks dystir í EM-undankappingini, har mótstøðuliðini eru Finland, Belgia og Ísrael.
Undan hesum verður talan tó sjálvandi um fyrireikingar av ymsum slag. Longu síðani tíðliga í vár hava fysiskar venjingar verið á skránni, har landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, og fysiski venjarin, Frank Petersen, hava díkt á leikararnar, og hetta fram til nýggjárs verða ikki færri enn seks slíkar venjingar afturat á skránni.
Hartil fer landsliðið í tveimum førum at royna seg ímóti úrvalsliðum. 27. desember verður talan um eitt lið, sum er samansett av útlendskum leikarum í føroysku kappingini, og tveir dagar seinni skal landsliðið spæla móti einum liði, sum er úttikið av føroysku fjølmiðlunum.
Fyrsta dagin í komandi árinum verður so lagt avstað, tá liðið fer til Finnlands, har fyrsti dysturin er á skránni, og síðani verður spælt mest sum allan januar mánað á tamb, umframt at venjingar av ymsum slag eisini verða gjørdar.

Ein nýggjur
Lars Nedergaard og hjálparvenjari hansara, Hjalmar Klein Olsen, tóku longu tíðliga í ár ein bruttohóp út til venjingarnar, og tað er fyrst og fremst hesin, sum er bulurin á liðnum, nú spenningur av álvara kemur í.
Onkur nýggj andlit hava tó so líðandi trokað seg framat upprunaliga hópinum. Eitt nú er Sveinur Justinussen úr StÍF sloppin inn í hitan sum yngsti maður, eins og Áki Mørk úr Neistanum legðist afturat beint fyri grønlandsferðini herfyri.
Nú telist eisini Áki G. Olsen úr VÍF millum landsliðsleikararnar. Hann hevur annars verið burturstaddur í útbúgvingarørdinum seinnu árini, men í ár hevur hann so verið fastur fúsur hjá VÍF, og avrikini hava verið somikið góð, at landsliðsvenjararnir nú hava sent boð eftir honum.
- Vit høvdu jú tørv á einum nýggjum bakspælara, eftir at Sámal Joensen varð skaddur, og avrikini hjá Áka í seinastu dystunum hava verið heilt framúr, so fyri okkum var tað náttúrligt, at hann nú gjørdist ein partur av hópinum, sigur hjálparvenjarin, Hjalmar Klein Olsen, um úttøkuna, sum varð gjørd sunnudagin.
Dystarskráin hjá A-landsliðnum í EM-undankappingini sær annars soleiðis út:

Dystirnir
02.01Finnland-FøroyarKauniainen
05.01Føroyar-FinnlandTórshavn
10.01Ísrael-FøroyarVestmanna
12.01Føroyar-ÍsraelTórshavn
15.01Føroyar-BelgiaTórshavn
18.01Belgia-FøroyarTongeren

Føroyski landsliðshópurin

LeikariA-landsdystirfelag
Johan Danielsen11Kyndil
Jens á Skipagøtu7 Team Amager
Eli Müller4VÍF
Hálgir Dahl-Olesen8H 71
Áki Olsen10VÍF
Bárður Brimvík3H 71
Mortan Hansen2Tjaldur
Janus Einar Sørensen6Kyndil
Heini H. Joensen9GV Ejby
Ingi Olsen18 VÍF
Hans Áki Dal-Christiansen9Kyndil
Kristian Madsen0KÍF
Martin Hummeland8Ajax/Farum
John Zachariasen3VÍF
Sveinur Justinussen3StÍF
Áki Mørk3Neistin
Áki G. Olsen0VÍF
Høgni Klein0Kyndil