EM: Ongland og Frakland vunnu stórsigrar í bólki D

Frakland er einasta liðið við fullum stigatali

Mynd: Ritzau Scanpix

Í dag var annað umfarið leikt í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum, ið verður leikt í Sveis.

 

Ongland hevði undan dystinum móti Niðurlondum á Letzigrund leikvøllinum í Zürich ryggin móti mórinum, tí tær taptu móti Fraklandi í tí fyrsta dystinum. Men tað sást ikki á Onglandi, ið vann stórsigur 4-0. 

 

Á Kybunpark leikvøllinum í St. Gallen vann Frakland stórsigur 4-1 á Wales. Jessica Fishlock gjørdist søgulig hjá Wales, tá hon í trettanda minutti javnaði til 1-1. Talan var um fyrsta málið hjá Wales í einum endaspæli. 

 

Ongland-NIðurlond 4-0 (1-0)

1-0 Lauren James ('22 )

2-0 Georgia Stanway ('47 )

3-0 Lauren James ('60 )

4-0 Ella Toone ('67 )

 

Frakland-Wales 4-1 (2-1)

1-0 Clara Mateo ('8 )

1-1 Jessica Fishlock ('13 )

2-1 Kadidiatou Diani, br. ('45+ )

3-1 Amel Majri ('53 )

4-1 Grace Geyoro ('63 )

 

Frakland hevur seks stig, og Ongland og Niðurlond hava trý stig hvør. Wales er aftast við ongum stigi. 

 

Í annaðkvøld klokkan 20 vera seinastu dystirnir í innleiðandi bólki A leiktir. Finnland og Sveis møtast á leikvøllinum í Genéve. Somu klokkutíð møtast Noreg og Ísland á Stochorn leikvøllinum í Thun. Noreg hevur seks stig. Sveis og Finnland hava trý stig hvør, og Ísland er aftast við ongum stigi. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix