HM-finalan fyri felagslið verður millum Paris Saint Germain og Chelsea á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Finalan verður leikt sunnukvøldið klokkan 20.
Á sama leikvølli knústi Paris Saint Germain Real Madrid í hálvfinaluni. Tá 24 minuttir vóru leiktir var PSG á odda 3-0, og tað endaði við einum 4-0 stórsigri til PSG. Verjan hjá Real sá illa út við tvey tey fyrstu málini, meðan mál nummar trý og fýra vóru væl gjøgnumførd.
PSG hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og teir høvdu munandi fleiri málmøguleikar enn Real, ið hevði ilt við at koma til orðanna í dystinum.
Paris Saint Germain-Real Madrid 4-0 (3-0)
1-0 Fabian Ruiz ('6 )
2-0 Ousmane Dembele ('9 )
3-0 Fabian Ruiz ('24 )
4-0 Goncalo Ramos ('87 )
HER ber til at síggja málini Paris Saint Germain skoraði í HM-hálvfinaluni:
##med2##