Trý ung fólk geva tær hugskot til, hvat tú kanst gera fyri damuna ella sjeikin í kvøld og greiða frá sínari egnu bestu date. Stendur tú beint nú og roksar í køkinum við oksasteikini, sum tú ongantíð hevur gjørt fyrr og hevur okkurt vín, sum tú yvirhøvur ikki kennir? Trý ung fólk greiða frá, hvussu besta date?in, tey nakrantíð hava verið á, var, og kanska tú fært eina lítla krisuhjálp til stóra kvøldið í kvøld.
Eyðin, 19 ár
Tann mest romantiska datein, eg havi verið á, var á Valentinsdag síðsta ár. Vit vóru einsamøll, eg og daman, niðri hjá henni, og eg gjørdi tornedo og rómasós til okkum. Vit sótu bara og hugnaðu okkum alt kvøldið.
Eddie, 27 ár
Tað mann vera, tá eg og tann daman sótu eitt heilt kvøld úti á einari mark og hugdu eftir stjørnuskotum. Tað var meteorregn tá, so tað var upp til 80 stjørnuskot uppá ein tíma. Eg giti, at tað var tað, sum gjørdi tað so mikið romantiskt - var alt tað einfalda við tí.
Elsa, 24 ár
Mest romantiska date?in nakrantíð var á Valentinsdag síðsta ár. Eg var akkurát komin til Írlands, og ein maður tók meg út til eitt stað, ið kallast Glendalough, sum var ordiliga flott. Síðan fóru vit inní Dublin at síggja býin og eta.