Familjan hjá Eiler Poulsen og Hallbjørg Hansen livdi eitt púra vanligt lív. Tey búðu á Kambsdali. Hon arbeiddi í Havn og hann í Fuglafirði. Til ein dagin í februar 2001. Tá gjørdist Eiler brádliga álvarsliga sjúkur. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið í stundini og lagdur undir skurð, tí læknarnir hildu, at tað møguliga var tarmslyng, sum honum bagdi. Men tað vísti seg so, at tað var tað ikki. Eiler var tvær ferðir undir skurð á Landssjúkrahúsinum, men so varð gjørt av, at hann skuldi flytast niður á Ríkissjúkrahúsið.
- Eg fekk ein hálvan tíma at pakka í, um eg skuldi við. Men tá helt eg framvegis ikki, at tað var so álvarsligt. Tað gekk ikki upp fyri mær, fyrr enn vit vóru komin niður, greiðir Hallbjørg frá.
Eiler sigur, at hann veit onki um hasar dagarnar. Tí hann minnist einki henda dagin í februar, tá hann gjørdist sjúkur. Hann varð lagdur í respirator, og so veit hann onki aftur fyrr enn hann vaknaði aftur á ríkissjúkrahúsinum tríggjar vikur seinni.
Multiorgan svikt
Tað gekk ein tíð, áðrenn sjúkan var staðfest. Men so var greitt, at Eiler hevði fingið blóðeitran, sum var beinleiðis atvoldin til mulitorgansvikt. Tað vil siga, at øll organini fara út av lagi í senn. Tað er sera álvarsamt, og møguleikin fyri at yvirliva tílíkt er minni enn 10 %. Umframt tað hevði hann eisini fingið blóðpropp tætt við hjartað.
Eftir eina langa sjúkralegu, har hann mátti læra alt umaftur av nýggjum, var tað greitt, at nýruni fóru ikki at virka aftur, sum tey skuldu.
Eiler fekk tó at vita, at tá hann var komin fyri seg aftur, so kundi hann nokk fáa nýtt nýra. Onkum av systkjum hansara hevði boðið sær at lata honum nýra. Í apríl mánaði í ár varð hann so sendur til Ríkissjúkrahúsið fyri at kanna, um hjartað var nóg sterkt til eina transplantatión. Hetta bleiv aftur eitt niðurlag fyri hann, tí boðini vóru, at hjartað var so veikt, at man kundi ikki risikera ein livandi donor.
Tískil má Eiler sláa seg til tols við at ganga til dialysuviðgerð restina av lívinum.
Og frá juli 2001 til fyri umleið einum mánaði síðani hevur hann so gingið til dialysu á Landssjúkrahúsinum annan hvønn dag.
Hallbjørg greiðir frá, at tað gekk væl í fyrstuni. Men so fyri einum ári síðani byrjaði tað aftur at ganga niður eftir bakka hjá honum. Og skjótt eisini.
- Eiler hevur verið so ússaligur. Hann hevur ikki orkað at verið uppi ella nakað, sigur hon og spyr samstundis, hvat tað er fyri eitt lív.
- Tað kann ikki vera meiningin at samfelagið skal hjálpa einum borgara til at yvirliva og so ikki bjóða honum ta bestu viðgerðina, sum finst, heldur Hallbjørg.
Tey vóru øll bangin um hann og bangin fyri, at hann fór at doyggja. Hallbjørg royndi eitt og annað, men tað gjørdi tað sama. Eiler var framhaldandi ússaligur.
Meira dialysu
Í juni í ár lósu Hallbjørg og Eiler í blaðnum, sum nýrafelagið gevur út, at royndir eru gjørdar í Kanada og aðrastaðni við at geva dialysusjúklingum fleiri viðgerðir við sera góðum úrslitum. Á summum støðum í Danmark eru tey eisini farin at bjóða hesi tilboð.
Hallbjørg setti seg so í samband við dialysusjúkrasystrarnar á Landssjúkrahúsinum um hetta. Tær løgdu spurningin fyri yvirlæknan, men hann segði, at hetta mátti bíða til nýralæknin kom aftur til Føroya.
Í september í ár skipaði Nýrafelagið, har Hallbjørg situr í nevndini, fyri einum tiltaki í sambandi við, at tað er ár teirra brekaðu. Formaðurin, næstformaðurin og ein konsulentur komu frá danska Nýrafelagnum at halda fyrilestrar. Og tað var til hetta tiltakið, at Hallbjørg og Eiler gjørdust sannførd um, at nakað kundi gerast við støðuna hjá dialysusjúklingum í Føroyum.
- Tann eini konsulenturin greiddi frá, at hann var sjálvur sjúkur, men hann fekk dialysu hvønn dag. Og hann segði, at tað hevði gjørt stóran mun fyri hansara lívskvalitet, greiðir Hallbjørg frá.
Hetta fekk tey at hugsa um, at Eiler átti at fingið fleiri viðgerðir. Men tað skal ein læknalig meting til í hvørjum einstøkum føri. Og aftur har ger ein trupulleiki seg galdandi. Tað er ongin nýralækni í Føroyum. Ein kemur vanliga úr Danmark tríggjar ferðir um árið, men tað verður hildið at vera alt ov lítið. Men tað skuldi so ein lækni til, um Eiler skuldi fáa fleiri viðgerðir.
Nýggjur lækni
Hallbjørg royndi í fleiri mánaðir at tosa við læknar í Føroyum um støðuna hjá Eileri, har hon fekk at vita, at orsøkin til støðuna hjá Eileri var, at nýruni ikki virkaðu. Ongin kom tó vð nøkrum tilboði um at gera nakað við hetta. Til endan royndi hon so sjálv at seta seg í samband við danska konsulentin, sum plagdi at koma til Føroyar. Hetta var í mars mánaði í ár. Tí vísti tað seg at vera so óheppið, at læknin var deyður.
Og sostatt mátti annar lækni setast í hansara stað. Alt hetta gjørdi, at ongin lækni var í Føroyum í yvir eitt hálvt ár. Men Hallbjørg setti seg so í samband við tann nýggja læknan, og so gekk alt skjótt.
Tað vísti seg nevniliga so, at Landssjúkrahúsið hevði tikið blóðroyndir av Eileri og sent tær niður til henda læknan. Blóðroyndirnar staðfestu, at Eiler fekk ikki meira enn ein triðing av teimum proteinunum, sum hann hevði brúk fyri. Og tískil var hann undirerneraður. Orsøkin til, at hann var komin í hesa støðuna, er, at nýrasjúklingar, sum ikki verða nóg væl reinsaðir ikki hava nakran matarlyst, hava kvalma, høvuðpínu og so framvegis. At enda eru teir so niðurundir komnir av "undirernæring", at teir doyggja av hesum.
Tað gekk bara ein stutt tíð frá tí, at Hallbjørg hevði tosað við danska læknan, til Eiler fór í dialysuviðgerð hvønn dag.
- Vit eru so fegin um tað øll somul. Vit, sum eru rundan um hann, síggja broytingina, og hann merkir hana sjálvur, sigur Hallbjørg, sum var farin at missa mótið.
Hon sigur, at hon ferð eftir ferð hugsaði við sær sjálvari, at har var bara onki at gera. Tað var ræðuligt fyri tey øll bara at ganga rundan um Eiler og onki fáa gjørt. Og hartil versnaði og versnaði hann.
- Tað tyktist rættuliga meiningsleyst bara at halda honum á lívi, tí hann hvørki megnaði ella orkaði nakað sum helst sjálvur. Er tað kanska eitt virðiligt lív fyri ein mann í bestu árum, spyr hon. Og leggur afturat, at tey sóu øll, hvønn veg tað bar hjá honum. So í dag eru tey øll so hjartansfegin, tí Eiler nú er uppi størsta partin av degnum.
- Nú orki eg at vera uppi, at lesa, eg havi fingið matarlystin aftur, so nú kann eg hyggja frameftir aftur, sigur Eiler Poulsen, sum júst er komin aftur frá eini dialysuviðgerð.
Betri umstøður
Bæði Eiler og Hallbjørg hava eitt stórt ynski um, at Heilsuverkið ella onkur annar myndugleiki fer í holt við at betra um umstøðurnar hjá nýrasjúklingum í Føroyum.
- Hugsa tær, vit vistu ikki, at Eiler kundi fáa fleiri viðgerðir, og hvussu nógv tað kundi betra um hansara lívsgóðsku, sigur Hallbjørg.
Hon heldur, at tað ikki kann vera meiningin, at tey avvarðandi ella onnur skulu renna runt og leita eftir møguleikum og upplýsingum.
- Og hvat við teimum, sum ongan avvarðandi hava at stríðast fyri seg, spyrja tey.
Sum er, er nýralækni í Føroyum tríggjar ferðir um árið, og tað heldur Hallbjørg fremur ótryggleika. Í løtuni eru seks sjúklingar í dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum, umframt tey sum eru í posadialysu heima. Viðgerðirnar eru frá klokkan átta á morgni til umleið middags. Tað vil siga, at um viðgerðirnar skulu setast upp hjá fleiri, at so mugu tær eisini liggja seinnapartar. Men Eiler sigur, at tá ein fær oftari viðgerð, so tekur tað styttri tíð hvørja ferð. Tað skal sjálvandi ein læknalig meting til, um einum tørvar meira enn tað. Øll væta, sum ein dialysusjúklingur fær niðurum, skal tappast úr aftur í dialysumaskinuni.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað tekur stytri tíð at tappa, tá tað er styttri millum viðgerðirnar, sigur hann.
Hallbjørg er sannførd um, at tað er onkur annar føroyskur nýrasjúklingur, sum hevur tørv á fleiri dialysuviðgerðum.
- Kapasiteturin er á sjúkrahúsinum, so eg haldi so avgjørt, at tilboðið átti at verðið til sjúklingar, sum møguliga hava tørv á fleiri viðgerðum, sigur Hallbjørg.
Tey halda bæði so avgjørt, at nýralæknin átti at verið oftari í Føroyum, tí tað elvir til ótryggleika millum sjúklingar og avvarðandi, at ongin nýralækni er í landinum.
- Umstøðurnar eru ikki nóg góðar, og nýrafelagið hevur sett sær nøkur mál upp, sum vit arbeiða við. Men felagið er ikki nakað stórt felag, so tað kann vera trupult at gera okkum sjónlig, sigur Hallbjørg, sum tó ikki heldur, at tað er nøkur orsøk til at umstøðurnar ikki skulu kunna betrast.
- Um vit bara kunnu fáa nøkur viðurskifti betrað, so eru vit komin langa leið, sigur Hallbjørg at enda.