Nú sansar at hjá B36

B36 tapti aftur og er nú undir trýsti í niðurflytingarstríðnum. Finnur Justinussen fekk tvey mál leygardagin og er nú greiður toppskjútti í Vodafonedeildini

B36 er nú av álvara partur av niðurflytingarstríðnum. Leygardagin noyddust hvítklæddu havnarmenninir aftur av vøllinum uttan stig. Triðju ferð upp í slag tapti høvuðsstaðarfelagið, og tað eru í løtuni lítið sum bendir á, at støðan verður betri í bræði.


Eingin stuðul

Festivalur var í Klaksvík um vikuskiftið. Tað er helst ein orsøk til, at fáir B36-fjepparar vóru til dyst leygardagin. Men tað er neyvan øll frágreiðingin.

Stuðulin til liðið er ikki serliga stórur í hesum døgum. Nógv meira enn helmingurin av sitiplássunum í B36-húsinum vóru ikki nýtt til leygardagin. Tað var sjáldan, at áskoðararnir eggjaðu sínum leikarum við herðaklappum og øðrum. Tað er víst, at felagið er í óvandari støðu.

Aftur um vikuskiftið kundi B36 við eitt sindur av hepni og neyvleika fingið stig. Men soleiðis er hvørjaferð. Hóast liðið er við í dystinum leikliga, sæst tað ikki á stigatalvuni.


Venjarin

Fjeppararnir fegnaðust, tá tað var kunngjørt, at Mikkjal K. Thomassen hevði tikið á seg uppgávuna at standa á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í 2009. Fyrrverandi miðvallarkempan er høgt í metum millum áskoðararnar, og tí varð vónað, at hann fór at standa seg væl. Tað hevur hann ikki higartil.

Thomassen hevur ikki havt lættar umstøður. Fleiri yngru leikarar royna seg á fyrsta sinni í bestu deildini, og skaðar hava givið honum trupulleikar. Men leikaratilfarið er betri enn at stríðast um niðurflyting. Við Brima Koroma, Odmari Færø, Jákupi á Borg, Klæminti Matras, Herberti í Lon Jacobsen og Dennis Holmberg á liðnum eigur B36 at vera í miðbólkinum á stigatalvuni. Men eftir eina frálíka byrjan, hevur B36 bara vunnið eina ferð síðan 19. apríl. Tað var í 11. umfari á heimavølli móti 07 Vestur.

Venjarin er kroystur. Spurningurin er, hvussu tryggur hann situr í venjarasessinum nú. Hann skal syrgja fyri, at liðið er til reiðar at bjóða av í gullstríðnum í 2010. Men í løtuni ræður fyrst og fremst um at varðveita sætið í deildini.

Men tað er ikki verri enn so, at trý stig næstuferð kann geva liðnum luft aftur.


Fann aftur málið

Finnur Justinussen finnur altíð málið. Tað gjørdi hann aftur leygardagin. Í tveimum reisum.

19 ára gamli Justinussen er í løtuni toppskjútti í Vodafonedeildini. Hann roynir seg í bestu deildini á fyrsta sinni, og framherjin hevur av álvara gjørt vart við seg.

Hann luttekur ikki serliga nógv í framrættaða spælinum. Soleiðis var heldur ikki leygardagin, tá hann sjáldan bjóðaði av og setti mótstøðuverjuna undir trýst. Men hann er altíð á rætta staðnum. Og tað er ein eginleiki, sum tey eru sera fegin um í Víkingi.