Bert ein sálarfrøðingur starvast í løtuni á Sernámsdeplinum. Bæði stjórin og ein deildarleiðari eru útbúnir sálarfrøðingar, men tær hava fyrst og fremst umsitingarligar uppgávur. Ein sálarfrøðingur er alt ov lítið í mun til arbeiðsbyrðina og arbeiðsuppgávurnar hjá stovninum, og tí standa nógv børn, sum hava hjálp og ráðgeving fyri neyðini á bíðilista. Bíðitíðin er úr trimum upp í seks mánaðir. Nú eru útlit til, at støðan verður betri. Sernámsdepilin søkir í hesum døgum í føroyskum og donskum bløðum eftir einum sálarfrøðingi at seta skjótast til ber.
Samanbera vit við norðurlendsk viðurskifti áttu tíggju barna- og skúlasálarfrøðingar at verið í Føroyum. Sernámsdepilin hevur leingi havt ynski um at sett fleiri sálarfrøðingar. Nýggja starvið verður fíggjað innan verandi fíggjarkarmar hjá stovninum.
- Vónandi er hetta ein byrjan. At fáa ein sálarfrøðing afturat er sjálvandi ikki nóg mikið. Í løtuni er bíðilistin langur, eini 15 mál bíða og heilt nógv mál eru til viðgerðar. Men av tí at orkan er so lítil hava vit eisini trupult við at taka akutt mál. Og tey stinga seg upp av og á, sigur Marita Petersen, stjóri á Sernámsdeplinum.
Avleiðingarnar av longu bíðitíðini eru, at nøkur mál detta burtur ímillum og at børn, ið hava hjálp fyri neyðini, geva upp, tí tað er so vónleyst at koma ígjøgnum skipanina.
Stórt øki
Arbeiðsøkið hjá Sernámsdeplinum eru børn í aldrinum 0-18 ár í øllum landinum. Psykologurin, sum lýst verður eftir, skal fyrst og fremst starvast í pedagogisk-psykologisku ráðgevingini, sum tekur sær av børnum og ungum í fólkaskúlanum og dagstovnum, og ráðgeving og vegleiðing til foreldur, lærarar, pedagogar og onnur fakfólk.
- Viðkomandi fer at ferðast út um landið á stovnar og skúlar. Tað er bæði orku- og tíðarkrevjandi, sigur Marita Petersen.
Lýst verður eisini eftir psykologi í donskum bløðum, men Sernámsdepilin treytar sær kortini at viðkomandi, ið verður settur skilir føroyskt.
- Tað er sjálvandi best, at tann sum verður settur tosar føroyskt, tí tað avmarkar rættiliga nógv um viðkomandi skal hava við smábørn at gera ikki skilir málið, sigur Marita Petersen.
Serfrøðingavitjan
Sernámsdepilin fekk í gjár vitjan av tveimum konsulentum av Odense Universitets Sygehus. Konsulentarnir, sum eru barnapsykologur og barnapsykiatari, koma til Føroya nakrar ferðir um árið at viðgera nøkur ítøkilig mál. Hesa ferð eru átta børn til umrøðu og viðgerð. Serfrøðingarnir kanna børnini og sjúkugreina. Síðani avtalan varð gjørd við Odense Universitets sygehus fyri tveimum árum síðani hava 34 føroysk børn verið kannað av serfrøðingunum og 20 standa á lista. Serfrøðingarnir vitjaðu í Føroyum fýra ferðir í fjør og hetta er triðja ferðin í ár.