Vakra balladan Tú og eg skal nú royna seg á hitlistanum hjá Útvarpinum.
Hesa vikuna er sangurin eykalag á listanum, og so er tað upp til tey, sum atkvøða fyri sangunum á listanum, at gera av, um Chase skal inn í hitan.
Fløgan hjá Chase, Sum tjóvur á nátt, kom stutt fyri jól, og hon hevur selt væl. Hetta er fyrsti sangurin av hesi útgávu, sum er í uppskoti til 15 tær bestu.
Í løtuni eru tveir sangir á listanum. All That Rain er nummar 3 við I?m Sorry, og gospelbólkurin I AM er nummar 12 við I Believe. Rocktónleikurin hevur góða undirtøku í løtuni, tí Linkin Park og Creed eru ovast á listanum.
Chase spæla aftur
Chase var ein av bólkunum, sum spældu á nýggjárskonsertini í ár. Teir spældu sera væl, men onkursvegna høvdu teir trupult við at fanga áhoyrarnar.
Hetta hevur tó ikki fingið teir at missa mótið, og á heimasíðuni hjá teimum ber til at lesa, at teir nú fyrireika seg til at spæla aftur í Føroyum um stutta tíð.
Enn er ikki greitt, nær hesar framførslur vera, men tað er ikki sannlíkt, at tær verða í hesum mánaðinum.