Nú skal Mubarak í rættin

Í morgin byrjar rættarmálið ímóti fyrrverandi egyptiska forsetanum Hosni Mubarak. Í dag boðaði innanríkisráðið í Kairo frá, at Mubarak kemur á rættarfundin. Hann hevur verið á einum sjúkrahúsi í Sharm el-Sheikh ta seinastu tíðina orsakað av hjartatrupulleikum, men í morgin fer eitt hernaðarflogfar at flyta hann til Kairo, sigur innanríkisráðið.

Av trygdarávum verður rættarmálið ímóti Mubarak ikki í tí vanliga rættinum, men á løgregluskúlanum í Kairo.

Hosni Mubarak er ákærdur fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir fólki, sum tóku lut í mótmælistiltøkum ímóti forsetanum og stjórnini, og sum elvdu til, at forsetin noyddist frá í februar.