Nú skal sáldast í toppinum

Fyru fyrstu ferð í ár eydnaðist tað ikki nøkrum útiliðið at vinna, tá ið sjøtul varð settur á næsta triðingin av hesum kappingarárinum

Í seks teimum fyrstu umførunum eydnaðist tað í hvussu so er einum útiliði at fáa fult hvørja ferð. Í sjeynda umfarinum var talan um fýra heimadystir og ein javnleik. Í øllum fýra uppgerðunum sunnudagin vórðu skorað tvey mál ? tríggjar ferðir 2?0 og 1?1. Mikukvøldið vann EB/Streymur 4?2 í framskundaða dystinum ímóti GÍ. Harvið vórðu á Eiði skorað eins nógv mál, sum tað vóru í trimum dystum sunnudagin.
Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum fór NSÍ av vøllinum, uttan at hava fingið í hvussu so er javnleik. NSÍ tapti 2?0 í Gundadali ímóti B36, sum við fjórða sigrinum á rað lyfti sær sjálvum so mikið høgt, at teir sjálvir í vikuni kunnu gera av, um teir skulu vera topplið, tá ið kappingin annað mikukvøld fer í summarfrí. Mikukvøldið er B36 gestur í egnum reiðri ímóti HB, sum eigur inntøkurnar í grannauppgerðini (tað leggja B36arnir neyvan so nógv í, tí teir skulu standa fyri innkrevjingini í 17. umfari!). Um B36 mikukvøldið við sigri á grannunum kann gerast oddalið valdast eisini um úrslitið í Runavík. Men tað ber til, um NSÍ vinnur ímóti KÍ.
Einasta liðið, sum enn ikki hevur roynt at tapa, er HB. 1?1 javnleikin á Toftum vóru hvørki teir á heimaliðnum ella gestirnir fegnir um. Úrslitið ber við sær, at HB framvegis er oddalið. Men munurin aftur til næstu kappingarneytarnar styttist. Tað hevur aftur við sær, at tað er møguleiki fyri, at oddasessurin skal verða tikin frá HB teir næstu dagarnar. Men tað er eisini møguleiki fyri, at HB skal leggja sjógv millum seg og næstu kappingarneytarnar.
Áttanda umfarið verður á skránni í annað kvøld, og tað verður spælt aftur sunnudagin. Tá fara øll at hava spælt eina ferð ímóti øllum hinum. So verður mikukvøldið farið undir seinna partin av kappingini, áðrenn tað verður summarfrí fram til fyrsta vikuskiftið í august. At siga, at tað verður summarfrí inntil fyrst í august er ikki heilt rætt. Ólavsøkudag skulu B36 og GÍ spæla steypafinalu, og í fjør sást væl, at tað loysir seg at gera nógv burturúr fyrireikingunum til finaluna.

Útskiljingin
Merkisvert er tað, at KÍ, sum hesa ferð reisti seg eftir eyðmýkingina á útivølli ímóti B36, framvegis er næstovast. Millum KÍ viðhaldsfólkini hevur hugburðurin verið, at kappingarárið hevur verið meiri ella minni miseydnað, men tað slepst ikki undan, at úrtøkan hevur verið á góðari leið. Burtursæð frá stórtapinum í Gundadali, so hevur KÍ vunnið hvørja ferð á útivølli, og ímóti FS Vágum eydnaðist í fínum summarveðri at vinna fyrsta heimasigurin.
Tey ivasomu og øll onnur fáa næstu dagarnar at síggja, hvussu stórur dugur er í KÍ. Í annaðkvøld skulu teir spæla í Runavík, sunnudagin fara teir at taka ímóti HB, og mikukvøldið í komandi viku fer GÍ at spæla í Klaksvík. Tað stendur altso upp til klaksvíkingar sjálvar at gera av, um teir skulu halda summarfrí á fremsta plássinum, ella um teir heilt skulu detta burturúr. Avrikini og úrslitini higartil kunnu illa nýtast sum grundarlag fyri frammanundan meting. Eyðkennið fyri KÍ hevur verið, at tað hevur verið rættuliga nógv upp og niður.
NSÍ er frammi undir oddaliðunum, men so skal eisini leggjast afturat, at teir hava spælt eina ferð meiri, enn kappingarneytarnir hava. NSÍ fær summarfrí longu sunnudagin, tí teir vóru mikukvøldið í síðstu viku á Skála, har teir sambært skránni ikki skuldu vitja fyrrenn annað mikukvøld. Trupulleikin hjá NSÍ hevur higartil verið, at teir ikki nóg ofta hava megnað at fingið fulla úrtøku. Tað hevur kostað nógv, at teir fýra ferðir eru farnir av vøllinum uttan at hava fingið fult. Umframt heimauppgerðina ímóti KÍ í morgin, eigur NSÍ undan summarsteðginum ferðina vestur til Miðvágs á.
Gøtumenn gjørdu altjóða luttøkuna burturav sær leygardagin. Tað gekk, sum tað plagar at gera hjá føroysku liðunum, sum framvegis eiga á at røkka einum úrsliti, ið vekir ans kring fótbóltsheimin. Gøtumenn eru saman við B68 millumvøra í bestu deildini. B68 vísti góðan hugburð og gott avrik ímóti HB. Mikukvøldið verður B68 gestur í Gøtu. Um annað liðið fer at fáa fulla úrtøku, so kann tað undan summarsteðginum lyfta seg fram ímóti oddinum. Sunnudagin og mikukvøldið í næstu viku fær B68 vitjan av VB og EB/Streymi, meðan uppgávurnar hjá GÍ ? á pappírinum í hvussu so er ? tykjast torførari. Sunnudagin skal GÍ spæla í Gundadali ímóti B36, og mikukvøldið skulu teir til Klaksvíkar.

Skála langt burtur
Tá ið kappingarárið í fjør var sjey umfør gamalt, hevði Skála bara fingið stig í javnleikinum á heimavølli ímóti B36. Tá tóktist tað standa so mikið illa til, at leiðin aftur í 2. deild tóktist vís eftir bara eitt ár í bestu deildini. Men fram ímóti kappingarenda syrgdu skálamenn sjálvir fyri, at teir komu undan bæði beinleiðis niðurflyting og endaspæli.
Hvussu tað fer at laga seg í ár er framvegis ein opin spurningur. Men eftir 2?0 tapið í Vági eru útlitini einki serlig. Skála tapti sunnudagin ímóti teimum næstaftastu á støðutalvuni, og nú skulu teir spæla ímóti teimum, sum eru triði aftast og fjórði aftast. Mikukvøldið fáa teir vitjan av FS Vágum, og sunnudagin skal Skála spæla á Eiði. Tað er eitt must hjá Skála at fáa okkurt burturúr hesum báðum avbjóðingunum. Um tað ikki fer at eydnast, so fer tað ikki at bera til at vinna seg burtur av aftasta plássinum í tveimum teimum síðstu umførunum í heyst, sjálvt um uppgerðirnar tá ímóti FS Vágum og EB/Streymi høvdu borið sigrar við sær.
Vágamenn høvdu vónað, at teir skuldu halda fram í Klaksvík, har teir sleptu á Toftum. Men teir vístu veikleikan, sum ofta ger seg galdandi hjá óroyndum liðum. Teir vóru ikki støðugir. Mettan av at hava vunnið á torførari avbjóðing á útivølli ber við sær, at hungurin ikki er nóg stórur næstu ferð. Spælararnir gerast bara støðugir av at taka lut. Hvørja ferð FSV fer á vøllin er talan um lærupening, sum skal vera við til at leggja lunnar undir eitt støðugt vágalið í fremstu deildini.
Vágbingar vunnu fyri fyrstu ferð í ár. Í annaðkvøld fáa teir vitjan av EB/Streymi. Sundalagsmenninir mugu taka sær frí frá arbeiði, og so fæst at síggja, um teir fáa nakað burturúr tí. Um VB aftur megnar at vinna, so er møguleiki fyri, at teir sleppa undan næstaftasta plássinum, áðrenn tað verður farið í summarfrí, men tað er eisini treytað av, hvussu tað fer at ganga hjá FS Vágum á Skála.