Nú skal tunil gerast til Viðareiðis.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 150 milliónir krónur til at gera ein 1850 metra langan tunnil úr Hvannasundi Í Miðdal og haðani skal so vegur gerast oman í Viðareiði.
Ætlanin er, at bjóða arbeiðið út næsta ár, og at tunnilin verður liðugur í 2019.
Annars ber til at gera tunnilin upp á trý ár, men í langtíðarætlanini hjá samgonguni er arbeiðið drýggjað til 2019, hóast tað fer at gera tunnilin dýrari.
Tunnillin fer at gera enda á vandanum fyri omanlopum, sum javnan eru á Viðareiðisvegnum.