Føroyskar fyritøkur og stovnar fara í heyst at bjóða seg fram mótvegis føroyskum útisetum. Hetta verður á eini starvstevnu í Keypmannahavn, sum verður marknaðarførd undir heitinum JobMatch. Tiltakið verður á Norðurbryggjuni 26. og 27. september í ár.
Bitland sigur í tíðindaskrivi, at staðfest er, at bæði vinnan og tað almenna hava trupulleikar at finna tey røttu folkini við teimum røttu førleikunum til tey ávísu størvini. Tey ungu fara av landinum at nema sær útbúgving, og fleiri teirra koma ikki heim aftur eftir loknan lestur. Hagtøl yvir fólkatalið í Føroyum vísa, at tey seinastu fimm árini er ein týðilig minking í aldursbólkinum 20-39 ár. og ábendingar eru um, at ein størri og størri partur av hesum fólkum ikki koma aftur til Føroyar. Hetta er ein tann størsta hóttanin móti framhaldandi vøkstri og menning av føroyska samfelagnum.
?Ein háttur at draga dugnalig fólk til Føroya er økt sjónliggeran av teim starvsmøguleikum, sum eru her á landi. Hetta er orsøkin til hugskotið um at hava eina starvstevnu ? JobMatch ?, sum skal verða karmur um føroyskar fyritøkur og stovnar, sum ynskja at knýta sambond við útbúnar og lesandi føroyingar í Danmark? sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sum er ein av fyrireikarunum.
Á starvstevnuni hava fyritøkur/stovnur hvør sín bás, har tey bjóða seg fram og fáa samband við áhugaðar útisetar við viðkomandi førleikum. Meðan stevnan er, verða viðkomandi framløgur um, m.a. hvussu ein skrivar CV, hvussu starvsamrøður fara fram o.a. Harafturat fer Tórshavnar Kommuna at greiða frá teimum praktisku viðurskiftunum, ein eigur at geva sær far um, tá flutt verður heim aftur til Føroyar.
Fríggjakvøldið 26. september verður skipað fyri einum ?Network? kvøldið í samstarvi við Føroyahúsið í Keypmannahavn. Føroyskir politikarar fara at kjakast um, hvussu Føroyar kunnu gerast meira áhugaverdar fyri útisetar. Harumframt verður føroyskur tónleikur á skránni. ?Vit halda hetta er eitt óført høvi at marknaðarføra vinnumøguleikar í Føroyum, og samstundis fara vit at vísa á heimasíðuna www.netverk.fo, sum júst er ætlað at styrkja bondini millum útisetar og føroyska vinnu? sigur stjórin á SamViti, Elin Heinesen.
Ein heimasíða ? www.jobmatch.fo - verður gjørd til tiltakið. Starvsstevnan verður marknaðarførd á hesi heimasíðuni, og luttakandi fyritøkur og stovnar fáa høvi at lýsa seg sjálvan á heimasíðuni, sum verður skipað soleiðis, at útisetar kunnu tekna seg til samrøður hjá teimum fyritøkum, tey eru áhugað í at koma í samband við. ?Fyrimunurin við tí er, at tær luttakandi fyritøkurnar og stovnarnir kunnu avtala styttri samrøður við útisetar undan starvstevnuni. Sjálvar samrøðurnar verða á básinum á Norðurbryggjuni 26. ? 27. september 2008.? sigur Katrin I. Jakobsen frá Bitland, sum er prosjektleiðari fyri starvstevuni.
Tiltakið verður fyriskipað av Bitland í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og SamVit.
Àhugaðar fyritøkur og stovnar kunnu venda sær til Bitland at fáa fleiri upplýsingar.
Spurningar til tiltakið kunnu setast til Katrin I. Jakobsen, tel. 311085 ella tel 282978, teldupostur [email protected].