Nú sleppa lesandi inn í hjartað í Havnini

Tað er einasti, føroyski nobelvinnari, sum leggur navn til slóðbrótandi verkætlanina í miðbýnum í Havn

Nú er arbeiðið at byggja gamla Kommunuskúlan í Havn um til lestrarbústaðir, liðugt, og fríggjadagin verður hátíðarhald í tí sambandi.

Í gamla Kommunuskúlanum, sum nú hevur fingið navnið Finsen, verða stívliga 30 lestrarbústaðir í ymsum støddum heilt frá lítlum íbúðum til støk til størri íbúðir til familjur.  Og nú tær eru lidnar, verður gjørt klárt at flyta inn og tað verður seinni í ár, ella fyrst næsta ár.

Andras Róin, stjóri í Bústøðum, sigur við KvF, at enn ber ikki til at siga, hvat tað ferat kosta at leiga eina íbúð, tí enn hava tey ikki fult yvirlit yvir, hvat tað hevur kostað at byggja tær um.

Tað er føroyski nobelvinnarin, Niels Ryberg Finsen, ið hevur lagt navn til nýggju lestrarbústaðirnar í Kommunuskúlanum mitt í Havn. 

Niels Ryberg Finsen var føddur í Havn í 1860, og fekk nobelheiðurslønina í læknavísindum í 1903, men doyði árið eftir, einans 43 ára gamal.

Á hátíðarhaldinum fríggjadagin, verða røður og sangur og annað og høvið verður eisini hjá almenninginum at síggja nýggju lestrarbústaðirnar bæði fríggjadagin og leygardagin.