Nú sleppa næstan øll heim aftur

Men økið rundan um Varðan er framvegis vandaøki

Átaksleiðslan á Tvøroyri hevur nú tikið avgerð um, at minkað trygdarfrástøðuna fra einum kilometri frá uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri niður í einar 300 metrar.

 

Tað boðar løgreglan frá beint nú og sostatt sleppa næstan øll tvørafólk heim aftur til sín sjálvs.

 

Hinvegin verður økið rundan um Varðan Pelagic framvegis lýst at vera vandaøkið, og talan er um økið:

- sum norðureftir gongur til Ovara Veg – strekkið frá Tvøroyrar Kirkju vestur til Skótahúsið,

- vestur efter til Sjúkrahúsbrekkuna – frá Skótahúsinum og í sjógv, og

- eystur eftir frá Tvøroyrar Kirkju í eina beina linju suður eftir og í sjógv.

 

Løgreglan sigur, at fólk, ið eru stødd vestan fyri vandaøkið, og búgva eystanfyri, kunnu koyra eftir Ovara Vegi.

 

Borgarar, ið búgva uttanfyri merkta vandaøkið, kunnu nú fara heimaftur, men tey, sum búgva í vandaøkinum, sleppa ikki heim enn, sigur løgreglan.