Nú spyrja tey um vegir

Seinastu vikurnar hevur rapað inn av fyrispurningum frá løgtingsfólkum til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um standin á hesum og hasum vegnum.

 

Fyrst var tað Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi, sum vildi hava at vita, nær vegurin til Selatraðar verður liðugur.  Hon vísir á, at samgongan er samd um, at peningur skal játtast til vegin í 2018, og tí vil hon hava at vita, hvør ætlanin er við vegnum.

 

Í dag hava bæði Bill Justinussen og Kári P. Højgaard spurt um sama vegastrekki í Eysturoynni, nevniliga Oyndfjarðarvegin. Báðir meta teir, at vegastrekki frá Laksá og oman í bygdina er vandamikið og spyrja teir tí landsstýrismannin, hvørjar ætlanir eru at breiðka og bøta um vegastrekkið og hvat tað man fara at kosta.

 

Kári P. Højgaard spyr eisini, um ætlanir eru um at breiðka vegin út á Hellur, meðan Bill Justinussen spyr tað sama um Funningsfjarðarvegin.

 

Og samstundis sum løgtingsfólk spyrja Henrik Old, spyr borgarstjórin í Runavíkar kommunu seg sjálvan, hví eingin spyr um Skálafjarðarvegin. Har manglar sum kunnugt tað seinasta strekkið gjøgnum bygdina Skálafjørð, so er nýggi vegurin til Skála og Strendur knýttur upp í vegin millum Fjarða.