Næsta søgu-útgávan á DVD

Næsta filmsfløgan í røðini Føroyskar Søgur er nú liðug. Føroyskar Søgur-røðin er fyrsta filmsverkætlan av sínum slag í Føroyum, har vanlig fólk hava latið livandi filmstilfar við klippum úr gerandislívinum hjá sær og sínum forfedrum.

Nógv forkunnugt filmstilfar er á næstu fløguni. Vit sleppa at uppliva fótbóltdyst millum TB og HB á Sevmýru í 1926. Vit eru við, tá føroyingar fyrstu ferð fara til Grønlands at rógva út í stórum tali í 1939. Vit eru til staðar, tá fyrsta keypsstevnan verður fyriskipað í ítróttarhøllini á Hálsi í 1970. Og vit síggja, hvussu fyrstu royndirnar við rutuflúgving í Føroyum verða gjørdar.

Tilsamans 15 ymiskar filmssøgur eru á nýggju fløguni, og meginparturin av filmstilfarinum er ongantíð sæð alment áður.

Føroyskar Søgur 2 verða í sølubúðum beint eftir ólavsøku. Útgávan verður tó á skránni í Miðlahúsinum alla ólavsøkuna.