Fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin var triðja umfar í Betrideildini. Í kvøld og í annaðkvøld er fjórða umfar, og mánadagin – 2. hvítustunnudag – og týsdagin verður fimta umfar.
Tað plagar at verða sagt, at um tað eru fýra dagar millum dystirnar, so eru spælararnir heilt úthvíldir, tá ið teir fara undir næstu avbjóðingina. Sjálvandi er tað eitt sindur ymsikt, hvussu nógv tíð er neyðugt at koma fyri seg aftur. Eitt nú spæla kropsbygnaður og vekt og aldur inn.
Og so eru tað leikbannini. Fimm spælarar hava longu sæð reyða kortið og hava tískil verið leikbannaðir ella vera leikbannaðir í kvøld ella hóskvøldið. Fýra gul kort bera leikbann við sær. Ein spælari hevur longu sæð gula kortið tríggjar ferðir, og níggju spælarar hava í trimum teimum fyrstu umførunum sæð gula kortið tvær ferðir.
Skaðar og leikbann bera við sær, at teir, sum higartil ikki hava verið millum teir fyrstu ellivu, nú hava møguleika at sleppa framat. Í summum feløgum er lítil munur millum teir á beinkinum og hinar. Í øðrum feløgum er tað stórur munur á teimum fyrstu ellivu ella tólv og so teimum næsta.
Ofta eru teir á beinkinum ungir og óroyndir spælarar, sum tað verður vónað skulu mennast, tá ið teir verða skiftir inn. Hjá teimum, sum ikki hava so nógv at taka av, kann trongstøða bera við sær, at hesir verða millum teir fyrstu ellivu, og tá kann liðið verða væl veikari.
Øðrvísi er tað í feløgum, har teir á beinkinum eru væl fyri, og har venjarin hevur møguleika at geva tilkomnu og eldru spælarunum hvíld og at sleppa ungum spælarum framat, tá ið liðið er stórfavorittur.
4. umfar
Í dag
NSÍ – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00
TB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00
Hósdagin
KÍ – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 19.00
Skála – AB: Áron Sofus Vest kl. 19.00
HB – Víkingur: Eiler Rasmussen k. 17.00
B36 | 3 | 3 | 0 | 0 | 11 | 2 | 9 |
HB | 3 | 3 | 0 | 0 | 9 | 1 | 9 |
Víkingur | 3 | 2 | 1 | 0 | 6 | 2 | 7 |
NSÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 2 | 6 |
KÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 4 | 6 |
EB/Streymur | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 4 | 3 |
ÍF | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 8 | 3 |
AB | 3 | 0 | 1 | 2 | 0 | 8 | 1 |
TB | 3 | 0 | 0 | 3 | 2 | 7 | 0 |
Skála | 3 | 0 | 0 | 3 | 5 | 13 | 0 |
Máltindurin | ||
Adrian Justinussen | HB | 6 |
Jóannes Bjartalíð | KÍ | 4 |
Uros Stojanov | ÍF | 4 |
Meinhard E. Olsen | B36 | 3 |