Nú stendur á jøvnum millum Kerry og Bush

Nýggjar meiningakanningar vísa, at tað stendur at kalla á jøvnum millum tey bæði forsetavalevnini í USA

Hoyringin í amerikanska Senatinum av tí, sum hendi upp undir 11. september í 2001, hevur elvt til atfinningar at George W. Bush, forseta og stjórnini, men hetta tykist ikki hava ávirkað undirtøku hansara stórvegis.
Ein meiningakanning, sum stovnurin Pew Research Center, hevur gjørt, og sum varð almannakunngjørd í gjár, vísti, at John Kerry hevði fingið 47 prosent av atkvøðunum og Bush 46 prosent, var forsetavalið nú. Í einari kann-ing fyri einum mánað síð-ani fekk Kerry 52 prosent og Bush 43.
Gallup almannakunngjørdi eisini eina kanning í USA Today gjár. Eftir henni hevði Bush fingið 51 prosent og Kerry 47.
Eygleiðarar í USA høvdu væntað, at hoyringin í Senatinum fór at ávirka undirtøkuna hjá Bush, og tað vísti ein kanning í tíðar-ritinum Newsweek eisini. Har søgdu 65 prosent, at tey hildu ikki, at forsetin hevði gjørt nóg mikið fyri at forða atsóknini 11. september í 2001. Eina viku frammanundan høvdu 57 prosent ta áskoðanina.
Sambært Gallup-kanningini í gjár halda 54 prosent av amerikanarunum, at stjórnin hjá Bush kundi havt gjørt meiri fyri at forða atsóknunum at World Trade Center og Pentagon.