Ósemja millum Fíggingargrunnin og næstformannin í bankanevndini hevur fingið næstformannin í nevndini í Føroya Banka, Jóhannus Egholm Hansen, advokat, at siga seg úr nevndini
Jóhannus Egholm Hansen sigur, at orsøkin er ósemja við Fíggingargrunnin um fleiri viðurskifti í samband við komandi einskiljingina av bankanum og orsakað av, at Fíggingargrunnurin leggur forðingar fyri, at Føroya Banki kann fremja vakstrarætlan sína, sum bleiv viðtikin av nevnd bankans fyri hálvum øðrum ári síðani.
- Føroya Banki hevur stórliga brúk fyri meira professionellum eigarum enn hann hevur, sigur Jóhannus Egholm Hansen.
- Tað er tí óheppi, at stríðið millum næstformann bankans og nevnd Fíggingargrunnsins fær hesa avleiðing so stutt undan eini skráseting av Føroya Banka á føroyska virðisbrævamarknaðinum og á danska børsinum, heldur hann.
- Hetta kann møguliga órógva einskiljingargongdina og skapa iva um vakstrarætlan bankans eftir at einskiljingin er framd. Hinvegin er tað ein natúrlig avleiðing, at tá ið ein nevndarlimur er ósamdur við tí partaeigara, hann er valdur av, tekur nevndarlimurin seg aftur, sigur fráfarni næstformaðurin.
Jóhannus Egholm Hansen er advokatur og undirstjóri í børsskrásettu donsku stórfyritøkuni FLSmidth.
Nevndin í Føroya Banka var hendan:
Jóhan Páll Joensen formaður.
Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður
Høgni Hansen, nevndarlimur
Graham Stewart, nevndarlimur
Sigmar Jacobsen, starvsfólkaumboð
Olav Enomoto, starvsfólkaumboð