Nýggi bygningurin hjá Reyni Service í Klaksvík er 700 fermetrar til víddar, og har er pláss fyri fimm, seks bilum í framsýningarhølinum, ið eru sera ljós og snotulig.
Á verkstaðnum er somuleiðis pláss fyri eini seks bilum, og verkstaðurin hevur alt tað nýggjasta innan biltøkni, sum krevst í dag fyri at kunna klára allar mekaniskar og tøkniligar uppgávur, sigur Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service.
Í bygninginum í Klaksvík verður eisini høvi at fáa bilin »TidyCar« viðgjørdan.
Í sambandi við, at flutt verður í nýggju hølini, verður móttøka í hølunum leygardagin kl 14, har Monika Stauss og Dánial Eysturstein spæla. Eisini verða røður og sangur á skránni, og øll eru vælkomin, sigur Eivind av Reyni.
Mánadagin byrja so arbeiðsdagurin í nýggju hølunum, og tá verða eisini spennandi tilboð upp á nýggjar og brúktar bilar, eins og tilboð frá TidyCar og verkstaðnumm, sigur Eivind av Reyni.
Í síðstu viku keypti Eivind av Reyni alt virksemið frá P/F Meinhardt Arge, sum umboðar bilmerkini Opel, Nissan, Peugeot og Saab. Nýggja bilasølan hevur fingið heitið P/F Auto Service.
Men verða hesi merki eisini at fáa í nýggju hølunum í Klaksvík.
Nú kom hetta so brádliga í lag. Hølini í Klaksvík eru bygd sum Toyota høli, men vit fara at veita bilmerkjunum hjá Auto Service alla tænastuna á nýggja verkstaðnum, sigur Eivind av Reyni.
Hann sigur eisini, at um onkur kundi í Norðoyggjum vil síggja onkran av bilunum hjá Auto Service, so senda teir bilin norður uttan trupulleikar.
Enn er ógreitt, hvussu verður í framtíðini, men tað verður so í øllum førum eitt samstarv millum Auto Service og Reyni Service í Klaksvík, sigur Eivind av Reyni.
Øll starvsfólkini í gomlu deildini hjá Reyni Service í Klaksvík, sum hevur hildið til í leigaðum hølum, fara at halda fram í nýggja bygninginum. Men Eivind av Reyni væntar, at virksemið fer at økjast og væntar, at brúk verður fyri einum ella tveimum monnum afturat serliga havandi í huga útlitini, nú Norðoyatunnilin letur upp og samstarvið við Auto Service.