Nýtir níggju lív uppá elli

Tað er ikki hvør køttur, sum livir 20 ár, men Tummillina hjá Turið Godtfred og familjuni livir væl. Tá familjan búi í Leynum, fingu tey hana sum kettling

Tummillina hevur alt lív sítt verið í familjuni. Hon varð fødd 28. juni 1988 og er sostatt 20 ár í dag. Turið Godtfred búi við familjuni í Leynum tá, ein dagin ein maður har gav teimum kettlingin, Tummillinu. Yngsta dótturin var trý ár tá og tær báðar hava fylgst upp gjøgnum árini.

- Genturnar hava spælt nógv við hana. Tá tær vóru heilt lítlar, plagdu tær at lata Tummillinu í klæðir og spældu síðan við hana, sigur Turið Godtfred.

- Hóast Tummillina er gomul, er hon sera kelin. Henni dámar væl fólk, men er ikki býtt, tí um børn gera henni nakað, so heldur hon seg burtur frá teimum.

Flestu kettur liva millum 14-20 ár, sambært talgildu alfrøðini Wikipedia. Tó so at elsta ketta sigst at hava livað í 36 ár. So talan er um eina kettu, ið av álvara hoyrir til eldra ættarliðið.

Sum ung hevði Tummillina úr at gera, tí frensarnir vóru óførir at liggja framvið. Longu tá hon var hálvt annað ár, hevði hon fingið kettlingar tríggjar ferðir. Familjan gjørdi av at gelda hana tá. Tað er eisini ein sannroynd, at geldir køttar liva longri. Í dag eru allir kettlingar hennara deyðir.

Hendingaríkt lív

Nú Tummillina hevur rundað 20 ár, heldur hon seg fyri tað mesa innandura. Hoyrnin er illa farin, og pelsurin tynnist. Turið Godtfred greiðir frá, at tá hon fer út, so eru tað stuttir túrar. Henni dámar eftir hondini best at liggja inni, har tað er heitt.

Hesi mongu árini, hon hevur verið ein partur av familjuni, hevur hon verið runt ymsa staðni. Fyrst búi familjan í Leynum og síðan eru tey flutt til Havnar.

- Henni dámar øgiliga væl at ferðast. Vit hava ofta havt hana við okkum tá vit hava verið onkrastaðni. Hon situr still í búrinum í bilinum, greiðir Turið Godtfred frá.

Nú býr familjan í Eysturbýnum í Havn, grannin eigur ein stóran hund, men um tey vita av hvørjum øðrum ivast Turið Godtfred í.

- Tað hevði verið eitt verri skil, um tey byrjaðu at renna eftir hvørjum øðrum, flennir Turið Godtfred.

Ein orsøk til at kettur, sum halda seg innandura vanliga liva longri er, at tær ikki koma til skaða ella í bardagar. Eftir ein bardaga fyri átta árum síðan kom Tummillina so illa til skaða, at djóralæknin ikki metti hana vera føra fyri at yvirliva. Hon misti millum annað helvtina av tunguni, men hon megnaði koma seg væl kortini.

Turið Godtfred greiðir frá at tá Tummillina man tá hava verið um 12 ár, var hon burtur í einar tveir mánaðir.

- Tað var forferdiligt. Men við eitt so stóð hon uttanfyri og mjavaði. Hon var øgiliga svong og rak tá hon kom aftur, allarhelst hevur hon verið innistongd í onkrum høsnarhúsi ella onkrum tílíkum.

Lívsins vetur

Ellið byrjar at síggjast á Tummillinu, men kortini rósar djóralæknin henni tá hon er har.

- Hon hevur verið ordiliga góð at hava, sigur Turið Godtfred frá, men hon ivast stórliga í, um hon fer at fáa sær kettu aftur, tá Tummillina einaferð doyr.