Fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi hevur gjørt sáttmála við tann tjóðskaparsinnaða flokkin Liga Nord upp undir tjóðartingsvalið, sum verður í næsta mánað.
Fjølmiðlar siga, at samstarvssemjan millum flokkin hjá Berlusconi, Il Popolo della Libertà (PDL) og Liga Nord kann fáa avgerandi ávirkan á valúrslitið, og at semjan fer at gera valstríðið rættiliga spennandi.
Skuldi tað hent, at teir báðir flokkarnir vinna valið, so er tað als ikki vist, at Berlusconi fer at standa á odda fyri stjórnini hjá teimum.
-Angelino Alfonso er okkara aðalskrivari og okkara forsætisráðharraevni, og so kann eg taka mær av fíggjarmálaráðnum, segði Berlusconi í dag.
Vinstravongurin er á odda í meiningakanningunum, men tað kann hugsast, at PDL og Liga Nord fáa meiriluta í Senatinum, skrivar Reuters úr Rom.