Nýtt Blákrossheim á nýggjum staði

Ein av fyrstu døgunum fer Nes kommuna at bjóða áhugaðum at grava út fyri nýggja Blákrossheiminum, ið skal byggjast á Nesi.

Í longri tíð hevur felagsskapurin Blái Krossur kannað, um til bar at byggja nýtt viðgerðarheim uttanfyri høvuðsstaðin.
Fyri góðum mánaði síðani fekk felagsskapurin eitt skriv, har boðað varð frá at greitt er at fara undir ætlanina í Neshaganum.
Sambært Trúboðanum er talan um eitt viðgerðarheim í einari hædd og sum er 680 fermetrar stórur. Pláss verður fyri 15 fólkum í viðgerð.
Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum sigur, at tey valdu ikki at leggja viðgerðarheimið í Havn, tí har er rættiliga dýrt at byggja.
- Í Havn er so nógv at bjóða. Freistingin á bygd er ikki so stór sum í Havn, har tað bara eru 10 minuttir til næstu barrina.
- Her á Nesi kemur heimið at liggja sera væl fyri, sigur Olga.
Enn er ikki greitt, nær spakin verður settur í. Heldur ikki er greitt, hvat kostnaðurin av heiminum verður ella nær tað skal standa liðugt.
Blái Krossur er ein kristiligur fráhaldsfelagsskapur, sum millum annað hevur til endamál at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum, og at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.