Knút Lutzen, nevndarformaður í FaroeJet, segði í Degi & Viku í gjár, at tað fer at verða seinur dagur, áðrenn nakar háttaði sær undir at stovna eitt nýtt flogfelag í Føroyum, um kappingarfortreytirnar ikki broytast. Tað sær tó út til, at tað møguliga verður stovnað eitt nýtt flogfelag í nærmastu framtíð. Oddmar á Høgabóli, fyrrverandi flogskipari hjá FaroeJet, sigur, at starvsfólkini í FaroeJet sera fegin vilja vera við til at stovnað eitt nýtt felag.
- Alt ber til, um vit fáa kapital og ein vegvísara, sigur Oddmar.
Gjaldssteðgurin kom óvart á
Oddmar sigur seg hava 36 starvsfólk, sum starvaðust hjá FaroeJet, aftanfyri seg. Oddmar var sjálvur flogskipari umborð á Sóljuni hjá FaroeJet.
Hann sigur, at tað kom sera óvart á tey øll, tá ið tað varð kunngjørt, at FaroeJet fór í gjaldssteðg.
- Tað hevur riggað sera væl í luftini, og vit hava havt eina góða tænastu. Tað manglaðu ikki nógv í til at raksturin skuldi mala runt. Tí gjørdust vit sera bilsin, tá ið vit hoyrdu um gjaldssteðgin, sigur Oddmar.
Á skriviborðinum
Ætlanir eru nú um at útvega kapital til eitt nýtt flogfelag. Sigast má, at ætlaninar eru enn sera óítøkiligar. Tað er so stutt síðani, at starvsfólkini frættu, at FaroeJet var farið í søguna. Tí er hendan nýggja ætlanin ikki komin longur enn til skriviborðið.
- Vit vóru 36 fólk knýtt at FaroeJet. Ikki øll arbeiddu fulla tíð. Vit hava eitt gott orð á okkum, og vit hava førleikan til at reka eitt flogfar. Okkum manglar bara neyðuga kapitalin og eitt flogfar, sigur Oddmar.
Hann hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til at útvega kapital til eitt møguligt nýtt flogfelag.
- Tað er ongantíð lætt at byrja nakað. Tað var eisini trupult at byrja FaroeJet. Men um vit fáa peningin, eri eg vísur í, at tað kann bera seg. Okkum manglar ein leiðara, sum hevur skil fyri sølu. Hesin skal skaffa okkum neyðuga kapitalin, sigur Oddmar.
Væntar stuðul
Fólkini vilja fegin flúgva, og tey vóna, at nýggja flogfelagið verður veruleiki. Oddmar væntar eisini, at starvsfólkini stuðla hesa ætlanina, hóast hann onga vissu hevur fyri tí.
- Sum eg havi skilt, eru fólk áhugað í hesum. Vit vilja fegin flúgva. Vit hava tað, sum verður kallað fyri human resources, men okkum væntar kapital og leiðslu. Vit hava onkran persón í hyggju, men eg vil ikki nevna nakað navn. Tað verður nú í næstum, at vit fara at ringja runt til fólk. Eg vænti, at vit fara eitt síggja okkurt áðrenn alt ov leingi, sigur Oddmar.
Hóast hetta einans líkist tankaspæli í løtuni, so kann tað tó knappliga gerast veruleiki.
- Tað gekk eitt ár frá vit fingu hugskotið um FaroeJet, til flogfarið fór á flog, sigur Oddmar.
Flúgva ikki í Føroyum
Hann væntar, at nýggja flogfelagið fer serliga at leggja seg eftir rutuflugving uttanfyri landoddarnar. Møguliga eisini frakt.
- Tað er torført at kappast í Føroyum. Vit kugu bara hyggja eftir veruleikanum og staðfesta, at møguleikarnir eru helst betri aðrastaðni. Tó vilja vit fegin í framtíðini flúgva til Føroya, sigur Oddmar, sum væntar, at tað verður stórur áhugi fyri at arbeiða hjá hesum felagnum.
- Tað eru starvsfólkini, sum starvaðust hjá FaroeJet, og tað eru eisini nógvar flogternur, sum búgva í Danmark. Tað er ikki vist, hvar høvuðsstøðin skal vera. Tað er ikki vist, at hon verður í Føroyum, sigur Oddmar.
- Allir møguleikar eru opnir. Alt ber til, um vit fáa ein vegvísara, sigur Oddmar á Høgabóli at enda.