Konsertin verður rættiliga fjølbroytt. Skúlakórið í framhaldsdeildini í Runavík fer at leggja fyri við sínari skrá. Í hesum kórinum, sum nú hevur nøkur ár á baki, eru í ár einir 30-35 sangarar ? bæði gentur og dreingir. Nakrir av sangarunum, ið sungu við í fjør, men nú eru farnir úr skúlanum, fara eisini at syngja við. Eitt stórt gentukór, mannað við einum 60 - 70 gentum úr skúlunum á Glyvrum og í Runavík, fer at framføra yndisliga ?Ave verum? hjá Mozart. Aftan á tey fer Manskórið á Skálafjørðinum at syngja nakrar sangir.
Eftir eina stutta andakt verður nýggja jólakórverkið hjá Jóhan Mortensen ?Jólaboðskapurin? framført. Verkið, sum er eitt sindur meira rútmiskt enn tey undanfarnu, er í fimm satsum. Teksturin í verkinum verður prentaður á baksíðuna á konsertskránni. Eitt stórt blandað kór við einum 60 sangarum fer at leggja fyri. Tey eru við í fyrsta, øðrum, triðja og fimta satsi. Í øðrum satsi fer Marita Joensen eisini at syngja solo. Í fjórða satsi, tá einglarnir syngja fyri hirðunum úti á markini, fer gentukórið í skúlanum á Glyvrum mannað við einum 40 - 50 gentum at syngja. Endasatsurin er ein halleluja-satsur.
Sum vant verður fylgispælstónleikur aftur við kórsanginum. Kórið fer kortini at syngja við síni egnu styrki - uttan mikrofonir. Teir fýra, ið manna fylgispælsbólkin, eru kendir og royndir tónleikarar her á landi. Í onkrum pørtum verða floytur eisini at hoyra.
Konsertin verður í kirkjuni í Gøtu nú sunnukvøldið 16. desember klokkan 20:30.