Leygardagin 28. apríl læt nýggja handilshúsið “Berglon” upp í Runavík.
Talan er um eitt handilshús, sum er ein ramanrenning av trimum handlum í økinum, leikabúðini “Leika”, gávubúðini “Gávan” og útgerðarbúðini “Teymar”.
Gólvvíddin í øllum húsinum er tilsamans 1760 fermetrar. Harav fara so goymsla, skrivstova og starvsfólkarúm. Sjálv handilshølini er umleið 1200 fermetrar.
“Teymavirkið”, sum fyrr helt til í sama bygningi, er nú flutt í nýggjan bygning í Søldarfirði.
Umframt “Teymavirkið”hoyrir eisini “Snørisvirkið” í Klaksvík við til fyritøkuna, sum Rúni Berg í Runavík er stjóri á.
Fyritøkan er upprunaliga frá 1961, tá pápi Rúna, Ove Berg í Runavík, byrjaði at framleiða teymar.