Ferðavinna
Tann 1. juni lat Hotel Atlantis upp á Grensasvegi 14 í Reykjavík. Hotellið liggur eitt sindur uttan fyri sjálvan miðbýin, stutt frá Laugardali, har góðir møguleikar eru til eitt nú at svimja, eins og djóragarður er í sama øki.
Til hotellið hoyra 9 íbúðir, sum liggja ymsastaðni í býnum, eins og 18 kømur eru á sjálvum hotellinum. Ætlanir eru longu nú um at byggja út, soleiðis at kapasiteturin verður øktur við umleið 50%, verður sagt í tíðindaskrivi frá hotellinum.
Gestunum á hotellinum stendur í boði at leiga sær bil, sum er bílaigari enn onnur billeiga í Reykjavík, verður sagt. Og møguleikarnir fyri útferðurm eru góðir á Suðurnesjum og í økinum rundan um Reykjavík yvirhøvur.
Tað er hálvur føroyingur, mamman er ættað úr Vági, sum eigur hotellið, verður sagt í tíðindaskrivi frá nýggja Hotel Atlantis í Reykjavík.