Nýtt skip á Vestmanna

Eitt nýtt skip kom á Vestmanna týskvøldið. Tað er trolbáturin Vesturfarið, sum keyptur er úr Skagen

Vestmanningar hava fingið nýtt skip í flotan. Gamla Vesturfarið verður skift út við eitt nýtt, sum skal trola undir Føroyum.
Aksel Dahl-Olsen, sum er ein av eigarunum, sigur, at báturin er keyptur úr Skagen. Hann er bygdur í Frederikshavn í 1986 og sandblástur beinanveg, men er munandi umbygdur og umvældur, so hann í dag mestsum er nýggjur.
?Hann man vera eini 95 prosent ella so nýbygningur, sigur Aksel Dahl-Olsen.
Vesturfarið fer at trola á landleiðini. Hann er 20 tons til støddar og sostatt merktur 10 tons minni, enn gamla Vesturfarið er.
Men kortini er stórur munur á skipunum, sigur eigarin. Hesin nýggi báturin er bógv betri útgjørdur, enn tann gamli.
Manningarrúmini eru afturi á skipinum. Í kahúttini eru koyggjur til teir fýra menninir, sum við vera. Messa er eisini har afturi.
Frammi í skipinum eru goymslurúm, eins og eisini eitt neyðaggregat stendur har frammi til at taka.
Maskinan er ein ársgomul 387 HK Volvo Penta. Brúgvin er frá ár 2000, og pumpur og spøl eru nýggj. Tey hava teir flutt av gamla Vesturfarinum umborð á hendan bátin, sigur Aksel Dahl-Olsen. Lastin er klædd við glastrevjum og gjørd til at passa til kassarnar.
Á brúnni er alt, sum tíðin krevur. Til dømis tveir ARPA radarar, ekkolodd, GMDS A02, fýra VHF'ar, GSM fartelefon, NMT við faksi, gyrokumpass og magnetkumpass o.s.fr.
Skannari er til lemmarnar, eins og útgeð til fylgisveinaeftirlit eisini er umborð.
Trygdarútgerðin er tann, ið krevst. So sum flótidraktir til alla manningina og bjargingarbátar við tí, ið har til hoyrir.
Eldsløkkingarskipanin í maskinrúminum er nýggj, greiðir Aksel Dahl-Olsen frá. Hon eitur FirePro og er nógv meira umhvørvisvinalig enn til dømis halogen útgerðin, flestu skip annars hava. Hon er bæði sjálvvirkandi og kann útloysast við kontakt av brúnni, sigur hann.
Báturin er eitt sindur umbygdur aftan, so betri pláss er at arbeiða við tveimum trolum.
Tvey trol eru umborð, soleiðis at skjótari verður at koma í gongd aftur, um til dømis skrætt verður. Tá ber til at skifta beinanveg heldur enn at leggja stilt at bøta, sigur Aksel Dahl-Olsen.
Gamla Vesturfarið er lýst til sølu, men er ikki selt enn. Onkur er kortini áhugaður, sigur hann.
Trolloyvið hjá gamla Vesturfarinum, sum liggur á Vestmanna, er flutt yvir á tann nýggja bátin. Gamli báturin hevur tó línuloyvi eftir og verður seldur við tí.
Nýggja Vesturfarið varð keypt fyri 3,4 milliónir krónur og er umbygdur fyri 1,5 millión. Sostatt stendur báturin í knappliga fimm milliónum krónum, nú hnn liggur á Vestmanna.