Nýtt ættarlið innan handverkslist

Okkurt um 2500 fólk vitjaðu framsýningina hjá Gluggaglæmu, og sambært fyrireikarunum ber til at staðfesta, at eitt nýtt ættarlið ger vart við seg innan føroyska handverkslist.

Ein av høvuðsfyrireikarunum av Gluggaglæmu, Randi Vang, sigur, at hóast vitjunartalið í ár er nakað væl lægri enn í fjør, so eru tey stak væl nøgd við undirtøkuna.
- Í fjør høvdu vit jú sjalkappingina sum ein part av sjálvari framsýningini, og tað hevur ivaleyst drigið nógv fólk, soleiðis at vitjunartalið í fjør var óvanliga høgt. Eg vænti tí, at talið í ár er meiri veruligt, sigur Randi Vang.

Fleiri og fleiri við útbúgving
Randi Vang sigur, at tað fyri hvørt ár eru fleiri og fleiri nýggir ungir føroyskir sniðgevar ella skraddarar, sum taka lut á Gluggaglæmu.
- Talan er um eitt heilt nýtt ættarlið av føroyskum handverkslistafólkum, og tey flestu av teimum hava eina útbúgving á økinum. Hesi hava nomið sær útbúgving annaðhvørt í Danmark ella Bretlandi, og tey eru við til at geva nýggjar impulsir. Oftani eru hesi eitt sindur djarvari enn fleiri av teimum gomlu, og tey tora betur at seta tingini saman, greiðir Randi Vang frá.
Sambært Randi Vang vísti Gluggaglæma í ár, at føroysk handverkslistafólk hava eina góða vøru, sum er bæði gott handverk og gott snið. Eini 40 framsýnarar tóku lut í Gluggaglæmu í ár.

Vilja hava føroyska handverkslist fram uttanlands
Í dag verður skipað fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum "Snið og handverk í heimligum og altjóða høpi", og fleiri enn 120 fólk hava boðað frá luttøku.
Á ráðstevnuni fer millum annað Michael Lange, stjóri í Erhvervscenter for erhverv, vækst og udvikling í Keypmannahavn, at greiða frá um kreativar íbirtarar í Keypmannahavn. Randi Vang sigur, at høvuðsendamálið við ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum er at birta lív í eitt kjak her heima um, hvat vit vilja við føroyskari handverkslist, og hvussu vit kunnu fáa hana longur fram í ljósið uttanlands.
Umframt fyrilesturin hjá danska erhvervsstjóranum eru fleiri aðrir fyrilestrar á skránni. Eitt nú fer Maggie Marr, ið er leiðari á sniðgevaraútbúgvinigini á Shetland College, at greiða frá hesari útbúgving, og vísa á hana sum ein møguleika fyri kreativar føroyingar. Møguleiki verður eisini at hitta Maggie Marr til eitt prát eftir ráðstevnuna.
Stóra finalan á ráðstevnuni í dag verður ein sonevnd Catwalk, har pløgg frá kappingini Upprák verða sýnd fram alment.