Náttin í Lissabon á føroyskum

Tað hevur stóran týdning fyri føroyska málið at veruliga góðar bøkur verða týddar til føroyskt, heldur Ása H. Ellefsen, ið nú hevur týtt Die Nacht von Lissabon eftir heimskenda høvundan Erich Maria Remarque til føroyskt


Føroyskar týðingar av heimskendum rithøvundum er ikki nakað, vit síggja á hvørjum degi. Tí var tað serliga forkunnugt, tá bókin Náttin í Lissabon, ið er týðing av Die Nacht von Lissabon eftir mæta týska høvundan Erich Maria Remarque var at finna millum mongu útgávurnar, sum komu út undan jólum.

Tað er Ása H. Ellefsen, lærari og sálarfrøðingur, ið gjørdist so hugtikin av filosofiska tankaheiminum í bókini, at hon gjørdi av at týða hana til føroyskt. 



Heilt serlig søga

Die Nacht von Lissabon er ikki ein av mest kendu bókunum hjá Erich Maria Remarque, sum tey flestu munnu seta í samband við klassikaran, Intet nyt fra Vestfronten. Sjálv hevði Ása H. Ellefsen eisini lisið meginpartin av ritverkinum hjá Remarque, áðrenn hon fekk Die Nacht von Lissabon upp í hondina fyri nøkrum árum síðani.

- Onkursvegna talaði bókin til mín alt fyri eitt. Ikki bara tí sjálv søgan er spennandi, men kanska serliga tí hon nemir við nakrar sera áhugaverdar sálarfrøðiligar og filosofiskar spurningar, sigur Ása H. Ellefsen.

Søgan byrjar eitt myrkt kvøld í 1942. Á eini kei í Lissabon stendur ein maður og starir at einum skipi. Maðurin er týskur emigrantur, og mál hansara er Amerika, men hann hevur hvørki innferðarloyvi ella pening.

Við eitt kemur ein fremmandur og bjóðar honum tveir ferðaseðlar. Hann skal eiga teir, men við eini treyt. Hin fremmandi vil ikki vera einsamallur hesa náttina, og hann vil sleppa at siga sína søgu fyri onkrum – søguna sum byrjar, tá hann flýggjar úr Osnabrück í 1933, og endar hetta kvøldið í Lissabon – seinasta vónin hjá øllum europeiskum flóttafólki.

Konuna, sum hann elskaði, og sum skuldi koma við honum, hevur hann mist, og skipið skuldi havt verið teirra bjarging. 



Einsamalla menniskjað

Náttin í Lissabon manir fram ta hugsan, at sum menniskju standa vit altíð einsamøll í síðsta enda. Menniskju kunnu elska hvørtannað, men ongantíð eiga eitt annað menniskja. Tí ber heldur ikki til at missa eitt menniskja, sjálvt um tað kennist so, greiðir Ása H. Ellefsen.

- Tann fremmandi heldur sína kærleikssøgu vera so vakra, at hann má siga hana fyri onkrum, so hon ikki doyr við honum. Men sjálvt um maðurin, hann ætlar at siga sína søgu fyri, sjálvur hevur upplivað ræðuleikarnar og vónloysið í krígnum, standa báðir sum einstaklingar, tá saman um kemur. Og so leingi, hann bara sigur sína søgu fyri hesum eina persóninum, hvørvir hansara søga jú kortini, tá hesin einaferð doyr, hugleiðir týðarin, sum kortini ikki lýsir bókina sum dapra. Heldur er hon tankavekjandi í mátanum, hon lýsir menniskju, teirra gleði og sorg og kærleikan millum tvey. 



Traðka varisliga

Arbeiðið við at týða Die Nacht von Lissabon hevur mest verið eitt ítriv hjá Ásu H. Ellefsen, sum ikki hevur týtt skaldsøgur fyrr. Nú týðingin var komin so væl ávegis, helt hon, at hon skuldi royna at geva hana út.

- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri máli og eri ikki í iva um, at tað hevur stóran týdning fyri føroyska málið, at veruliga góðar bøkur verða týddar til føroyskt. Ikki tí, vit eiga avgjørt góðar føroyskar høvundar, men vit eru so fá, at vit kunnu ikki vænta, at bøkur á klassikarastøði stinga seg upp við jøvnum millumbilum, sigur Ása H. Ellefsen, sum valdi at týða bókina beinleiðis úr týskum.

Vandin fyri, at okkurt hvørvir, ella tú ikki rakar rætta stílin er ov stórur, um tú týðir umvegis eitt annað mál, heldur hon.

Hóast Ása H. Ellefsen er sannførd um, at tað ber til at siga alt á føroyskum, um vit kenna málið nóg væl, mást tú altíð vera varin, tá týtt verður úr einum fremmandum máli.

- Tað ber til at siga hvat sum helst á føroyskum, tá tú sigur tað út frá tær sjálvari. Men tað verður beinanvegin truplari, tá tú skalt siga nakað á føroyskum, sum onkur annar upprunaliga hevur hugsað og sagt á einum øðrum máli. Tá mást tú traðka sera varisliga, sigur Ása H. Ellefsen. 


 


Fakta:

Erich Paul Remark varð føddur í Osnabrück í Týsklandi í 1898. 18 ára gamal varð hann innskrivaður í herin, og 19 ára gamal var hann sendur til vestara krígsmótið, har hann varð særdur. Hann varð sendur á sjúkrahús í Týsklandi, og har var hann restina av krígnum. 


Eftir kríggið broytti hann eftirnavnið til Remarque, sum hevði verið familjunavn, til abbin varð noyddur at broyta tað vegna týska fremmandaræðslu. 


Í 1929 gav hann út sína kendastu bók, Am Western nicht neues, undir navninum Erich Maria Remarque – Maria eftir mammuni. 


Í 1933 brendu nasistarnir bøkur hansara og førdu fram, at hann var ættaður frá fronskum jødum við navninum Kramer (Remark stavað aftanífrá). 


Erich Maria Remaque hevur skrivað fleiri bøkur um báðar veraldarbardagarnar. Millum tær seinastu var Die Nacht von Lissabon, ið kom út í 1963. 


Erich Maria Remarque doyði í 1970.