Tað sær ikki út til, at tíðarætlanin hjá løgmanni heldur við at skriva út nýval í morginári klokkan 10. Sum Portalurin skilir, so er í kvøld avtalað við Kaj Leo Johannesen, løgmann, at tingnevndirnar fáa freist til klokkan 10 í morginári at leggja fram álit í málinum um brúksskyldu, um Húsalánsgrunnin, eykajáttanarlóg, lutaíbúðalógina og lógina um brúkaravernd og meklaravirksemi í samband við fastognarkeyp.
Tað sær eisini út til, sjálvstýrismeirilutin á tingi eisini fer at royna at fáa yvirtøkuna av útlendingaøkinum og marknaðeftirlit við í sama posa.
Eftir at álitini verða løgd fram í morgin klokkan 10 verður so fyrst 2. viðger og beint eftir tað triðja viðgerð og so verður valið skrivað út.
Tingviðgerðirnar fara helst at taka nakrar tímar, so valla verður valið skrivað út fyrr enn einaferð út á seinnapartin í morgin.
Aksel V. Johannesen má so leggja ta provosorisku fíggjarlógina fram áðrenn tingfundurin endar, og valið verður skrivað út.