Móttøkan var ein rættulig hugnaløta við fleiri talum og tónleikarar spældu. Umframt vinir og kenningar komu bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar á gátt.
Tey sum hildu talu vóru: Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari, sum hevur avloyst Milson, Ívar Iversen, fyrrverandi útvarpsmaður, og Margretha Næss, systir Milson.
Milson er vestmenningur og hevur búð í Havn síðan 1961.
Eftir at hava siglt í nógv ár fór hann á Føroya Sjómansskúla og tók prógv sum stýrimaður í 1963.
Eftir tað sigldi hann eina tíð, til hann legðist upp á land miðskeiðis í 60-unum.
Milson hevði stóran áhuga fyri ljóðupptøkum og gjørdi ymiskar upptøkur, eisini fyri Útvarp Føroya, sum tá helt til á Bryggjubakka.
Í 1970 bleiv hann settur í fast starv sum teknikari hjá Útvarpinum, saman við Marius Rein og Finnboga Johannesen. Niels J. Arge var útvarpsstjóri og útvarpsmenn vóru Ívar Iversen, Árni Absalonsen, Finnbogi Ísakson, Lias í Rættará, og Jógvan Arge. Skrivstovumaður var Finnur Lómstein.
Í 1981 bleiv flutt í nýggju útvarpshúsini, og Milson arbeiddi sum tekniskur leiðari har til fyri umleið sjey árum síðan, tá hann fekk starv sum servicemaður á verkstaðnum hjá útvarpinum.
Milson var ein av stovnarunum av kenda tónleikabólkinum Faroe Boys í 1961 og var gittarspælari í bólkinum. Hann gjørdi eisini upptøkuna til fyrstu LP-plátuna hjá bólkinum í seinnu helvt av 60-unum.
Milson hevur eisini verið gittarspælari í øðrum bólkum sum t.d. Flamingo og
Vestmenn. Hann hevði í mong ár egið studio, tað sum seinni bleiv til LT-Studio.
Hann var við til at seta sluppina Norðlýsið í stand, og í hesum frítíðarítrivi hevur hann kunna brúkt sína stýrimansútbúgving.
Hann hevur egnan bát og summarhús í Haldarsvík, sum hann nú fær betri stundir til.
Milson er sonur Astrid Joensen, f. Berg, úr Hvalba, og Tummas Svenn
Zachariasen, úr Vestmanna. Hann er giftur við Sunnevu, f. Johansen, úr Havn, tey eiga børnini Høgna og Heidi og tvey ommu- og abbabørn.