Nú fáa verður sjøtul settur á arbeiðið at gera ein nýggjan hvalbiartunnil.
Landsverk boðar nú frá, at fríggjadagin varð prosjekteringin av eini nýggjari hvalbiarfarleið boðin út.
Tunnilin, sum verður 2.050 metrar til longdar, verður úr dalinum í Trongisvági til dalin sunnan fyri Nes í Hvalba.
Somuleiðis skulu tilsamans 5,6 kilometrar av tilkoyringarvegum gerast, har talan bæði verður um at gera nýggjar vegir, eins og at dagføra verandi vegir, sum verða partar av verkætlanini.
Verkætlanin er samstundis ein partur av suðurleiðini og ætlanini hjá landinum um at binda suðurøkið í Føroyum saman við miðstaðarøkið.
Í Trongisvági skal vegur gerast frá tunnilsmunnanum inn til Trongisvágs. Her er ætlanin at fylgja verandi vegi mest møguliga, men ætlanin er eisini at dagføra og lyfta verandi veg til dagsins støði.
Trongisvágsmegin verður talan um 2,4 kilometrar av tilkoyringarvegi, og hvalbiarmegin skal vegur gerast frá tunnilsmunnanum inni í dalinum til vegamótið, har vegurin í dag gongur út í Nes. Hesin tilkoyringarvegur verður umleið 3,2 kilometrar til longdar.
Verkætlanin um nýggja hvalbiarfarleið skal vera klár at bjóða út til arbeiðstøku í fyrru helvt av 2017, sigur Landsverk.