Nú verður lættari at leita eftir tínum horvna djóri

Djóraverndarfelagið hevur gjørt eina nýggja tænastu, har til ber at eftirlýsa sítt djór

Djóraverndarfelagið fær javnan fráboðanir frá fólki um, at teirra ketta ella hundur er burtur og ikki eru komin afturíaftur aftaná fleiri dagar. 

Í hesum sambandi hevur Djóraverndarfelagið ment eitt yvirlit av horvnum djórum í Føroyum, tí sambært felagnum finst einki tílíkt yvirlit.

Tænastan verður ókeypis fyri djóraeigarar og arbeiðið verður gjørt sjálvboðið. Inni á heimasíðuni hjá Djóraverndarfelagnum ber til at fylla út ein frymil, sum lýsir djórið.

- Um djórið hevur okkurt serligt merki (plett, arr osv.) er gott, um tað ber til, at myndin vísir hetta. Um tað er langtsíðani, at títt djór hvarv og tú ivast, um tað loysir seg, so vilja vit heita á teg at royna alíkavæl. Vit vita um fleiri dømi, har kettur eru funnar aftur fleiri ár seinni og eru komnar heimaftur til sera glaðar eigarar, sigur Djóraverndarfelagið og vísir á, at í 2018 bleiv ein ketta í Danmark funnin og kom heim aftur til sín eigara 13 ár seinni.

Sí tænastuna HER.