Næraberg á reyða lista hjá russum

Orsøkin til russiska bannið er, at eftirlitsfólk hava funnið tveir sápudunkar, eina brotna plátu og nøkur sonevnd munnstykki at spula við, sum eftirlitsfólkini ikki meta var í lagi.

Í Degi & Viku í kvøld var prát við Bárð Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum eftir ferð í Ruslandi ásannaði, at russar eru alt annað enn lættir at dansa við.

 

Báður Enni og hansara fólk vóru ikki meira enn komin heim aftur úr Ruslandi, tá russar eisini settu Næraberg á "reyða lista". Tað merkir, at skipið ikki sleppur at selja sínar fiskavørur á russiska marknaðinum - fyribils.

 

Hanus Hansen, reiðari, váttar, at Næraberg nú eisini er raktur av russiska innflutningsbanninum, men hann vil annars ikki úttala seg alment um russisku avgerðina.

 

Men, eftir hvat skilst, hevur reiðarin í Klaksvík ringar vónir um, at málið við Nærabergi verður loyst í eini handavend.

 

Sambært Degi & Viku í kvøld er orsøkin til russiska bannið, at eftirlitsfólk hava funnið tveir sápudunkar, eina brotna plátu og nøkur sonevnd munnstykki at spula við, sum eftirlitsfólkini ikki meta var í lagi.

 

Tað er www.skipini.fo sum hevur lánt okkum myndina av Nærabergi til henda greinastubba.,