Næraberg farin til Grønlands

Seint í gjárkvøldið setti Næraberg kós vestur um hav til Grønlands

Næraberg kom inn hósdagin, og teir hava so riggað til at fara til Grønlands at fiska makrel.

 

Skipið lá á Kollafirði, men í gjár fóru til Fuglafjarðar at bunkra tungolju, áðrenn teir seint í gjárkvøldið settu kós móti Eystur-Grønlandi, har teir fara at fiska makrel.