Tað skal verða enn betri at koma til aldurs í Vágs Kommunu.
Tað er slagorðið, nú kommunan er farin undir at skipa nýggj eldraátøk og –tilboð í Vágs kommunu.
Fyrsta átakið var leygardagin, tá Vágs kommuna bjóðaði borgarum 65 ár og eldri til morgunmat í Framtíðini í Vági. Og í kommununi fegnast tey um, at heili 95 fólk møttu til morgunmatin.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, fegnast um uppmøtingina leygarmorgunin, sum hann helt vera øgiliga góða:
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum borgarstjórin segði við Rás2 um tiltakið.