Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, væntar landsstýrið 65 milliónir krónur í avlopi. Tað er úrslitið, nú Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið.
Hann sigur í tíðindaskrivi, at grundarlagið undir føroyska búskapinum er gott, tí vit høvdu havt góðar tíðir í fleiri ár, tá ið koronufarsóttin rakti okkum í fjør. Vit hava havt fólkatilflyting síðan 2014, arbeiðsloysið er framvegis metlágt, og talið á løntakarum methøgt.
– Hagtøl benda á, at føroyski búskapurin er millum teir búskapir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum støðuna við koronu, sigur hann.
Í vár varð roknað við 63,5 milliónum í halli í næsta ár. Men útlitini eru batnað munandi síðan tá. Fíggjarlógin fyri næsta ár vísir eitt avlop, sum er mett til 64,8 milliónir.
##med2##
Hann væntar, at búskapurin veksur um 3-4 prosent í ár og næsta ár. Hann væntar eisini, at hallið í ár verður væl minni enn mett og sostatt verður tað einar seks milliónir í ár.
Orsøkin er hægri MVG-inntøkur, serstakt vinningsbýti og munandi lægri útreiðslur til íløgur.
– Landsstýrið rekur við hesum uppskotinum ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingum, sum eru fyri framman. Her verður serliga hugsað um fíggjarpolitisku avbjóðingarnar hjá landinum, nú landið og allur heimurin eru ávirkað av koronufarsóttini, sigur Jørgen Niclasen.
##med3##
Á útbúgvingarøkinum styrkir landsstýrið útbúgvingarnar í sjúkrarøktarfrøði, heilsurøkt, aling og KT-frøði.
Á heilsuøkinum eru verður bráðfeingis sálarfrøðilig hjálp sett á stovn, umframt barna- og ungdómssálarviðgerð. Palliativa viðgerðin skal mennast. Tað er tann linnandi viðgerðin ið fólk, sum liggja at doyggja, fáa ta síðstu tíðina. Onnur øki, sum verða ment, eru krabbameinsætlanin skommunulæknaviðtalur, endurvenjing, rúsevnisfyribyrging og nýtt Fólkaheilsustýri.
Á almannaøkinum eru millum annað javning av almannaveitingum, móttøkuhús fyri harðskapsrakt, Familjufyrisitingin, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heimaráðgeving frá Almannaverkinum og Dugni í Suðuroy.
Av øðrum raðfestingum hjá landsstýrinum kunnu nevnast grønar orkuverkætlanir og talgilt koyrikort og borgarakort.
##med4##