Næsta ár verður Voxbotn størri enn nakrantíð

Tað fer at geva heilt aðrar møguleikar, siga fyrireikararnir

Voxbotn er eitt hitt størsta, og mest savnandi, tiltakið í Havn. Tað eru nú 11 ár síðni at Voxbotn var á fyrsta sinni mitt í hjartanum í Havn - í Vágsbotni Øll hesi árini hevur Voxbotn verið seinasta leygardag í juni, men nú er greitt, at næsta ár verður Voxbotn størri enn nakrantíð, tí tað verður nevniliga bæði fríggjakvøld og allan leygardagin. 

 

Í 2020 var, sum hjá nógvum øðrum, eisini eitt øðrvísi ár hjá Voxbotn, tí orsakað av korona, var Voxbotn flutt ferð eftir ferð, og at enda vórðu Voxbotn 2020 og Voxbotn 2021 hildin dag um dag. Hetta riggaði tó rættiliga væl og fólk tóku avbera væl ímóti hesum, og síðani hava nógvar áheitanir verið, um at gera hetta aftur. 

 

At Voxbotn nú verður tveir dagar næsta gevur eisini nýggjar møguleikar siga fyrireikararnir. Endamálið hevur altíð verið, at Voxbotn skal verða fjølbroytt við bæði føroyskum og útlendskum tónleikarum - og við tónleiki fyri bæði yngri sum eldri. Fyrireikararnir siga, at ofta hevur tað verið ringt at leggja skránna, tí nógv hevur verið á skránni, men tíðin hevur verið avmarkað til ein dag. Men nú Voxbotn verður yvir tveir dagar næsta ár, eru nógv betri møguleikar fyri at leggja skránna.

 

Sostatt verður Voxbotn næsta ár bæði fríggjakvøldið 23 juni og allan leygardagin 24. juni - og longu nú í novembur verða fyrstu tónleikararnir almannakunngjørdir, og atgongumerkjasølan byrjar í næstu viku.