Nakni keisarin aftur uppá spæl!

Símun A. Klein,
Fuglafjørður

Ongin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan, er yvirskriftin hjá Høgna Hoydal í m.a. Oyggjatíðindi tann 1. apríl 2005. Í hesi grein metir HH, at løgmaður og samgongulimir spæla sjónleik saman við Per Stig Møller og HH skýrir løgmansins undirskrift á eina yvirlýsing viðvíkjandi endurreisnini av heimastýrislógini í Fámjin saman við Per Stig Møller at vera skammilig og at løgmaður heldur bæði føroya fólk og seg sjálvan fyri gjøldur í málinum.
Men bert 3 dagar seinni (tann 4. apríl) kundu allir føroyingar ið lurtaðu eftir Útvarp Føroya, hoyra sjálvan Høgna Hoydal lovprísa hesi hending í Fámjin og skýrdi hesa hending at vera ein tann stjørsta í Føroya søgu, eins og sambandsflokkarnir hava gjørt alla tíðina?
Hvør loraði nakað munagott undir borðið til Høgna Hoydal ið fekk mannin at broyta hugsan so brádliga? Borðið fangar! ? Løgmaður heldur okkum fyri gjøldur og heimastýrislógin er bert klædd í nýggjan ham, er niðurstøðan hjá Høgna Hoydal í Oyggjatíðindi tann 1. apríl.
Men veruleikin er nú bert tann, at sambært heimastýrislógini frá 1948 §8, hava føroyingar altíð havt tann møguleikan, sum løgmaður Føroya og heimsins frelsari: Per Stig Møller! ? hann, ið ikki fyri so langari tíð síðani legði eina frelsuætlan á borðið fyir Ísrael, sum nú hesir báðir áðurnevndu í størsta sjónleiki seinastu dagarnar fyri Føroya fólki hava skriva undir uppá. Mjólkapakkar og margarinpakkar v.m. hava skift ham fyrr tá hetta snýr seg um innpakningin ella bjálvan av áðurnevndu vørum, men innihaldið er framvegis mjólk og margarin. Sama við hendingini í Fámjin, men hettar verður selt sum nakað nýtt og enntá sum ein spildurnýggjur kapittul í Føroya søgu hóast lætt er at staðfesta, at Fámjinsskjalið bert er ein endurtøka/uppfrískan av heimastýrislógini frá 1948, og hetta gerst við at peika á §7 og §8 í heimastýrislógini ? Nakni keisarin leingi livi, tykjast fólk framvegis at rópa av hjartans lyst?
Spurningurin er nú bert: »Hvat býr aftan fyri alt hettar risastóra rukkulív framt av landsins leiðandi, ið kostar samfelagnum so ovurhonds óneyðugar upphæddir og sum nógv meir hevði vermt teim neyðstøddu í samfelagnum heldur enn alt hettar tvætli?
V. ø. o. ? við hesi undirskrift hava føroyingar fingið ein møguleika, sum teir framman undan longu høvdu. Sigið mær ? eru tit landsins leiðandi nakrantíð edrú???
Fyrst reyk sjálvstýrisflokkurin og harnæst fólkaflokkurin í lumman á sambandsflokkunum og at endanum endaði so tjóðveldisflokkurin so í sama lummanum, hvarí hann og hinir so nú syngja sambandssangin »Altíð hjá Danmark«.
Um nú nakar skal hava gloymt, hvussu danskir professorar ? Dr. Jur og Phil graderaðir ? hava lýst heimastýrislógina at vera í ríkisrættarligum høpi, so ljóðar hon soleiðis í ríkisins navni: »En grundlovsændring (í 1953) vedrørende Færøerne kan ikke anses for påkrævet som følge av loven om Færøernes hjemmestyre. Færøernes hjemmestyre er en lov der er givet ud fra den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende grundlov, og der ses ikke at være nogen anledning til at opgive denne forudsætning!
Harvið bleiv heimastýrislógin av donsku professarunum bókað í statsrættarligum høpi á hendan hátt: »Det færøske hjemmestyre må retligt karaktiseres som et (dansk) kommunalt selvstyre af usædvanlig vidtgående omfang (hetta samsvarar við § 82 í donsku grundlógini). Der ville forfatningsmæssigt intet være til hinder for at etablere tilsvarende ordninger for Amager eller Tåsinge!« Og harvið heldur ikki nøkur forðan fyri Hjørring ella Bornholm o.s.fr.
§82 í donsku grundlógini ljóðar soleiðis í ríkisins navni: »Kommunernes ret til under statens tilsyn ? selvstændigt at styre deres anliggender, ordnes ved lov!«
Og hettar samsvarar jú eisini við orðingina í heimastýrislógini og sum jú eisini »heimsins frelsari« staðfesti í SVF, at um føroyskir og danskir myndugleikar eru ósamdir, so hevur Danmark sjálvsagt avgerðarrættin! og sum tað jú stendur skrivað í §82: »Under statens tilsyn!«
Hetta sokallaða sjálvstýrið ið politikkarar nú so brádliga fegnast so nógv um, er bert ein djúpari innliman í danska kongaríkið og ein víðka loysing frá tí føroysku sálini.
Nakni keisarin hevur góðar dagar nú um daganar, men eitt er sum fólk gloyma og eingin tosar um, hetta at heimastýrislógin átti altíð at mint okkum um, at demokratarnir sviku demokratiið og at fólkarætturin í Føroyum bleiv í síni tíð skúgvaður til viks, og at vit tí heldur fingu eina einaræðisskipan ístaðin, ið framvegis er fult virkin á okkara døgum!
Og hetta er tað ið menn fegnast einamest um hendingina í Fámjin nú á døgum. Skiljið hann tað ið skilja hetta vil, men tann ið ikki vil, hann latið tá vera ? men satt er tað.