Nakrar stillar hugleiðingar eftir greytatos á breyt

Eg veit ikki, hvat komið er omanyvir statsskald okkara, Jóanes Nielsen, men er tað nakar, sum kann nevnast sambandsskald, so má tað vera Jóanes sjálvur

Herfyri hevur Jóanes Nielsen havt einar tvær hugleiðingar um eitt og annað samfelagsligt í Dimmalætting, tann fyrra var um málning í eini kirkju, sum sambært hesum statsrikna høvundi varð givin kirkjuni av einum fyrrverandi bankastjóra í sálarneyð, eitt slag av avláti, og tann seinna var um pengar til føroyska útgávu og høvundar.

Jóanes kærdi seg um, hvussu lítið hesir ymisku grunnar lata til bókaútgávu og høvundar, og hann vildi hava meiri pengar. Hetta var so ið hvussu er tað sum eg fekk burtur úr hesi heldur ógreiðu hugleiðing sum einki hæddarpunkt hevði.

Og í Vetrarbreytini mánakvøldi datt so aftur práti inn á føroyska mentan, kanska serliga skaldskap, tá ið tvey umboð fyri skaldskapin vóru á vitjan á breytini, sæð í ljósinum av heimastýrislógini, og sum eg skilti vóru bæði Jóanes og Jonhard Mikkelsen ? partvís ? samdir um, at heimastýrislógin hevði ikki ríkað okkum á nakran hátt skaldskaparliga. Áðrenn hana, í 30-árunum, tá ið tvær av bókum Williams vórðu skrivaðar, sambært Jóanes, var okkara støsrsti skaldskapur komin undan kavi, men síðan tá høvdu bøkurnar einki innihald havt. Og Jonhard helt, at vit dugdu ikki í sama mun sum teir gomlu at siga eina søgu.

Eg fari ikki í hesi viðmerking at leggja meg út í prátið, hvørt heimastýrislógin hevur verið við til at køvt føroyska pennin ella ikki, soleiðis at skilja, at hann onga hugkveiking hevur havt av heimastýrislógini ella hin vegin fingið tað, tí tað hevði verið tað sama sum at sagt, at síðan kvotulógin kom í gildi fingu vit verri fisk, og kom ein abortlóg í gildi, ja

so fingu vit verri børn.

Og í somu sending datt so prátið inn á armóðina sum er besta kelda til gyltan skaldskap, og minnist meg rætt var tað Jóanes sum kom við hesi til allar tíðir galdandi lóg. Í sama andadrag segði Jóanes so eisini, at føroysku rithøvundarnir máttu hava meiri pengar, tí annars fingu teir ikki umstøður at fortelja sína søgu. Eitt sera áhugavert paradoks í míni verð, men lat tað fara.

Tá ið eg nú seinastu tíðina havi hoyrt henda statskassarikna høvund úttala seg, hevur tað størt sæð bert verið um pengar, og á ein hátt skilji eg henda rithøvund sum hevur havt so gyltar umstøður at arbeiða í. Nú sigur hann seg bert hava eitt ár eftir í danska statskassanum, har hann søkti eftir pengum og fekk, og tað er farið at ørkymla og tyngja, at hesin kapitaldansur hjá umboðnum fyri gummistivlamentanina syngur síni allarseinastu vers.

Nú dugi eg ikki at meta um, hvussu mennandi hesin gulldansur hevur verið fyri persónin Jóanes Nielsen, men eg dugi at síggja, hvørja ávirkan hann hevur havt á skaldskap hansara. Seinasta verkið, Páskaódnin, sum hann skrivaði í 5 ár, er besta prógv um tað. Og skal okkara skaldskapur dvølja á hesum støði so forbarmi tann almáttugi okkum.

Jóanes Nielsen er besta dømi um, at hvussu nógvan pening danski statskassin so drenar í henda høvund, so hjálpir tað einki á hansara skrivikynstur og søgan verður ikki betri av tí, at hann fær 660.000 krónur í 3 ár. Og innihaldi í søguni verður ið hvussu so er ikki betri, tað hava vit sæð.

At tosa um pengar og armóð at hesi bæði skulu verða drívmegin í hvør sínum lagi ella í sama lag til tess at vit fáa stórskaldskap ? sambært Jóanes Nielsen ? er tað sama sum at siga, at gevur tú einum blindum fleiri túsund brillur fer hann at læra at síggja, og tekur tú tær frá honum, ger hann tað eisini.

Uttan mun til um vit fingu eina heimastýrislóg ella ikki, so var ein smádrongur føddur í Føroyum sum fór at skriva skaldskap bæði fyri og eftir at heimastýrislógin kom í gildi, og skaldskapur hansara er allur góður, bæði tann fyri heimastýrislógina og tann eftir, ja ikki minst tann eftir.

Tá ið tosað verður á slíkan hátt at heimastýrislógin verður drigin inn í skaldskapin, so komi at hugsa um tónaskaldini í gamla Sovjetsamveldinum, sum ikki sluppu at framføra sín tónleik í heimlandinum, tí hann var ikki kommunistiskur. Og júst tað, at hesin tónleikur var bannaður í gamla Sovjetsamveldinum, gjørdi, at vit vestanfyri tóku ímóti honum við opnum ørmum, uttan tó at skilja hann.

Og tá ið nortið var við eisini, at vit keypa ikki bøkur longur, er tað ikki so ilt at skilja. Bókin hevur ikki tað sentrala pláss í samfelagnum í dag, sum hon hevði fyrr í tíðini. Jack London skrivaði frá sínum ævintýrum í bók og fólk keyptu bøkur hansara, men vit síggja tey á filmi, og skjótt fara vit at kunna lesa allan skaldskap á Internetinum. Hetta er rákið og hetta fáa vit einki gjørt við. Heimurin er bæði minkaður og øktur, og vit fáa størri og størri atgongd til hann bæði á ein og annan hátt. Uttan mun til um vit hava eina heimastýrislóg, kvotulóg ella abortlóg.

Søgan í skalskapinum er ikki so forkunnug longur sum hon var fyrst í hesi øldini, og tí eru fólk eisini farin meiri og meiri at lesa science-fiction og krimi, tey vilja hava okkurt annað og nýtt, hitt er einki spennandi meiri, vanligi skaldskapurin, vanligi gerandisdagurin. Men tann gamli frásøguhátturin kemur fram aftur, alt til sína tíð, og tá verður tað, sum verður skrivað nú, lisið og skilt og hálovað, sum vit gera í dag av tí gamla. Ikki tí vit ongan pening fingu úr landskassanum, frá Mentunargrunninum, ella tí vit stóðu á fíggjarlógini, ella tí heimastýrislógin var til viðgerar, men tí vit høvdu nakað at fortelja sum samtíðin ikki dugdi at skilja. Og tá fáa vit so eisini yrkjarar sum teir gomlu, sum fólki skilti.

Høvuðstrupulleikin hjá okkum í dag, er tann, at vit hava læst okkum føst í, at tað eru bert teir gomlu rithøvundanrir sum duga at skriva. Sami trupulleiki sum Jonhard Mikklesen var inni á, tá ið hann tosaði um føroyska málið í skúlanum! Jonhard nevndi um skúlabøkur sum enn verða brúktar, sum hann eisini brúkti, og tað er tað sama við skaldskapinum, teir ungu og nýggju høvundarnir verða als ikki lisnir í skúlanum!

Hvør er tað fyri ein myndugleiki, sum sigur, at William Heinesen dugdi betur at skriva enn Gunnar Hoydal?

Hvør er tað fyri ein myndugleiki sum hevur felt tann dóm, at mín skaldskapur ikki kann brúkast eins væl innan skúlans gátt sum tann hjá Jens Paula Heinesen?

Hvør er tað fyri ein myndugleiki sum hevur avgjørt, at yrkingar hjá Carl Jóhan Jensen skulu innstillast til norðurlendsku virðislønina upp í fleiri ferðir og ikki tær hjá Heðin M. Klein?

Sjálvur havi eg funnið eitt svar til hesar spurningar, men havi ongan hug at koma við tí á hesum sinni.